Beinta Á. Gregersen heldur fram sum leiðari í Húsinum

Klaksvíkar kommunan hevur sett Beintu Á. Gregersen í starv sum leiðari fyri Húsið. Í næstum flytur virksemið fyri tey ungu út í Dávavirkið

Beinta Á Gregersen hevur seinasta árið røkt starvið sum leiðari í Húsinum. Hetta var í einum tíðaravmarkaðum starvi, sum varð lýst leyst í apríl.

Tríggjar umsóknir vóru til starvið sum leiðari í Húsinum.

Í næstun flytur virksemi fyri tey ungu úr Atlantis út í Dávavirkið.

– Vit flyta fyri at fáa betri umstøður. Millum annað eru betri møguleikar fyri tónleiki og øðrum virksemi í Dávavirkinum, sigur Beinta Á. Gregersen.

Júst nær flutt verður, er ikki greitt, men hon vónar at hava opið í Dávavirkinum á norðoyastevnu.

Virksemið fyri børnini heldur fram í Húsinum, sum er á loftium í Atlantis.

Børnini eru í Húsinum um dagin, meðan tey ungu eru um kvøldið.

Umframt leiðaran eru tvey fólk í føstum starvi. Harafturat eru nøkur tímalønt.

– Vanliga koma millum 30 og 50 børn og ung um dagin, sigur Beinta Á. Gregersen.