Fríggjadagin klokkan 16 letur ein framsýning við verkum hjá Beintu av Reyni upp í Galerie Focus í Gríms í Havn, har hon sýnir fram myndir við nýrealistiskum stíli og við einum sindri av teldugrafiksins stíva og stílføra myndamáli
Hóast Beinta av Reyni longu sum trý ára gomul flutti úr Føroyum til Danmarkar við móðurini og systrini, minnist hon aftur á tíðina í húsunum hjá ommuni og abbanum á Eiði.
Aðrar ferðir í Føroyum upp gjøgnum barnaárini hava varðveitt hugamyndirnar, sum hon nú avmyndar í verkunum. Ornamentið er eisini ein týðandi lutur, ið hon hevur við sær úr Føroyum. Aftur at heklaða mynstrunum í teimum tunnu gardinunum minnist hon tey stórblómutu og sprøklutu mynstrini, ið vóru frammi í 1970-árunum.
Umframt landslagið sæð aftan fyri gardinurnar er menniskjað eitt viðkomandi myndevni í myndaheiminum hjá Beintu av Reyni. Ornamentikkurin hevur stundum tíðandi leiklut. Í øðrum verkum eru hálvnaknir kvinnukroppar at síggja omanífrá, liggja í einari song ella sita við bakinum móti áskoðaranum, so vit næstan bara síggja tað síða, leysa hárið og mynstrið í seingjarklæðunum.
Myndirnar hava nýrealistiskan stíl við sindri av teldugrafiksins stíva og stílføra myndamáli, serliga tá ið hon málar menniskju. Stílurin minnir um danska listamálaran Peter Carlsen, men júst tað at brúka ornamentini skilir Beintu av Reyni burturúr.
Aftur at hugamyndunum frá barnaárunum í Føroyum fær hon íblástur í tekstum úr eitt nú tónleikaheiminum.
Framsýningin verður opin til 12. juni, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.










