Beinleiðis: Tíðindafundur í Norðurmakedónia

Manslandsliðið: Eyðun Klakstein og Viljormur Davidsen verða á tíðindafundinum

Beinleiðis frásøgn frá tíðindafundinum á Toše Proeski leikvøllin í Skopje í Norðurmakedónia. Føroyar spæla móti Norðurmakedónia í morgin klokkan 14. Vertirnir hava vunnið Nations League bólkin, meðan føroyska liðið hevur tryggjað sær plássið í deild C, og kann við at halda Armenia og Lettland aftanfyri seg vinna sær rætt at spæla "play-off" uppgerð móti 3'arum úr deild B.

 

13.20: Tíðindafundurin er liðugur. Tað, sum stendir eftir er, at Hallur Hansson verður testaður til dystin í morgin, og at tað verða fleiri broytingar á liðnum, men landsliðsvenjarin veit enn ikki endaliga liðið.

 

13:00: Eyðun Klakstein og Viljormur Davidsen seta seg við borðið saman við miðlamanninum Hans Eriki Danielsen.

 

Eyðun Klakstein: Okkara fyrsta mál var at tryggja plássið í deildini. Tað gjørdu vit við einum hørðum sigri í Armenia. Tað eru bara tríggir dagar millum dystirnar og tí kunnu vit vænta nakarar broytingar. Ikki tí spælarar hava spælt seg av, men fyri at fáa frískar spælarar inn.

 

René Shaki Joensen er ókey, hóast hann bleiv skiftur út í Armenia. Hallur Hansson verður testaður í dag og so fáa vit at síggja um hann er klárur. Vit koma at taka støðu í kvøld, tá vit hava fult yvirblikk 

 

Eyðun Klakstein: (Um Norðurmakedónia) Fyrst vil eg siga, at tað er deiligt at vera her og eg vil ynskja tykkum til lukku við at flyta upp. Um eg skal siga nakað um tykkum, so er tað at tit hava tekniskar spælarar og tit spæla frítt. Tað hava verið nógvir javnir dystir í bólkinum, men lyklaspælarar hjá tykkum hava avgjørt dystirnar. Tá tað hendir fleiri ferðir, so er tað ikki hepni, men dugnaskapur. Vit fara at spæla fyri okkara møguleika og vilja sleppa í deild B saman við Norðurmakedónia.

 

Viljormur Davidsen: Ja, sum Eyðun sigur, so vil eg eisini ynskja Norðurmkedónia til lukku og vóni, at vit síggjast í deild B. Dysturin heima í Føroyar var javnur, so tað verður spennandi. Vit gleða okkum til dystin.

 

Eyðun verður spurdur, um føroyingr irða seg um, at vit ikki vunnu dystin á Tórsvølli, tí vit høvdu kjansirnar:  So sat eg ikki her. Eg eri bara fyribilsvenjari og tað var ikki ætlanin. Vit vilja gjarna broyta tað til dystin í morgin og vónandi kunnu vit taka av møguleikunum, men eg kann endurtaka at dystirnir hava verið javnir í hesum bólknum og tað er Norðurmakedónia, sum hevur tikið av teimum flestu.

 

Eyðun um liðið: Tað verða nakrar broytingar, men vit kunnu ikki staðfesta tað fyrr enn í kvøld eftir venjingina. Eg haldi at vit hava ein góðan hóp og eg eftir harða dystin Armenia, so ætli eg mær at brúka hópin. Tað er mest orsaka av orku, og tí enda summir spælarar uttanfyri og fáa ein nýggjan leiklut í morgun. Vit hava okkurt ivamál og vita meira í kvøld.

 

Viljormur Davidsen: Eg trívist væl í leiklutinum sum vongbakkinum. Eg eri eisini glaður fyri at eg fekk møguleikan í Armenia. Eyðun og venjaratoymið er komið við nýggjari orku og er komið við góða gamla DNA'ið. Hann er grundaður og eg gleði meg til dystin í morgin.

 

Eyðun um Viljorm: Eg kundi hugsað mær at lagt eitt afturat. Vit tosa oftani um teir nýggju, men eg haldi eisini tað er vert at geva rós til spælarar sum Viljorm Davidsen og Sølva Vatnhamar. Tað eru spælarar, sum hava verið við í longri tíð og altíð eru til at líta á. Tak eitt nú dystin í Armenia, har vit fáa brotsspark. Tá tú hugsar um, at vit haav skift venjarar og tað er nógv trýst á, so er tað ikki bara lætt at skora upp á eitt brotsspark. Eisini tí tað verður lýst við lasara í eyguni á honum. Tað haldi eg eisini er vert at nevna í hesum førinum.

 

12:45: Føroysku miðlarnir eru komnir á Toše Proeski leikvøllin í Skopje í Norðurmakedónia. Tað verða Eyðun Klakstein, fyribilslandsliðsvenjari, og Viljormur Davidsen, liðskipari, sum verða á tíðindafundinum.

 

Føroyar spældu venjingarlandsdyst móti Norðurmakedónia í mars mánaði 2023. Norðurmakedónia vann 1-0 í einum dysti, har føroyska liðið hevði fleiri óroyndar spælarar við. Eitt nú Bárður á Reynatrøð, Stefan Radosavljevic, Hanus Sørensen, Pætur Petersen byrjaðu inni, meðan Andrias Edmundsson Daniel Johansen og Noah Mneney komu inn.

 

Til dystin í morgin eru spælarar sum Bárður á Reynatrøð, Hanus Sørensen Noah Mneney upp á tal at byrja inni, meðan Andrias Edmundsson heilt víst byrjar.