BEINLEIÐIS FM-finala: Neistin er føroyameistari

Beinleiðis frásøgn frá kvinnufinaluni ímillum Kyndil og Neistan, ið verður leikt í høllini á Hálsi

Liðugt: Neistin er føroyameistari í Hvonndeildini! Endaliga úrslitið gjørdist 20-17 til Neistan.

 

58 minuttir farnir: 19-16 til Neistan. Nógvar eru útvísingarnar, og Neistin spælir seks ímóti fimm. Føroyameistaraheitið tykist at vera heima.

 

54 minuttir farnir: 17-15. Neistin loyvir ikki Kyndil nærri. Hvørja ferð Kyndil minkar um munin megnar Neistin at økja til eina tvey máls leiðslu.

 

50 minuttir farnir: Enn eru tvey mál á muni. Nú er støðan 

 

48 minuttir farnir: Verjurnar eru sera stinnar, og málini eru fá. Støðan nú er 15-13 til Neistan.

 

43 minuttir farnir: Kyndil gevur ikki upp. Munurin er nú á einum máli, og støðan er 14-13 til Neistan. Serliga eru tað tær ungu Marianna Eystberg og Gudrun Restorff Olsen, ið standa seg væl hjá Kyndli.

 

39 minuttir farnir: Neistin varðveitir oddaleiðsluna. Støðan er 13-11 til Neistan.

 

Hálvleikur: So er hálvleikur. Støðan er 10-9 til Neistan. Høllin er heit, áskoðararnir rópa nógv, og allir leikararnir geva seg 100%. Ein sera góður og spennandi hondbóltsdystur. Onki er avgjørt enn.

 

 

25 minuttir farnir: Fyri fyrstu ferð í dystinum er tað Kyndil, ið hevur lagt seg á odda. Støðan er nú 8-7 til Kyndil.

 

 

20 minuttir farnir: Turið Arge hjá Kyndli hevur javnað til 7-7.

 

17 minuttir farnir: Finalan í dag er meira spennandi enn tann, sum varð leikt mikukvøldið. Støðan er 7-6 til Neistan.

 

13 minuttir farnir: Munurin er minkaður. Støðan er nú 5-4 til Neistan. Birita Wardum hjá Neistanum hevur júst fingið tveir minuttir útvísing.

 

9 minuttir farnir: Neistin er framvegis á odda. Støðan er nú 4-2 til neistakvinnur.

 

3 minuttir farnir: Neistin hevur lagt bradgligari fyri og er á odda 2-0.

 

Í dag hava neistakvinnur møguleika at tryggja sær meistaraskap nummar 40 í søgu felagsins. Fyrsta finalan varð leikt mikukvøldið, har Neistin vunnu ein trivaligan 27-20 sigur ímóti grannakvinnunum úr Kyndli. Setningurin hjá báðum liðum er greiður. Kyndil má vinna fyri at útvega eina nýggja finalu í morgin. Um Neistin vinnur ella spælir javnleik, so eru tær føroyameistarar í Hvonndeildini.