Hibernian - NSÍ
Tað er púra víst, at NSÍ hevur í hesum umfarinum bara ein dyst eftir í Europa liguni. Hann verður á Svangaskarði um eina viku, tá ið Hibernian úr Edinburgh kemur á vitjan.
Í kvøld vístu favorittarnir í Edinburgh onga náði. Í hvussu so er ikki í fyrra hálvleiki, tá ið teir løgdu seg framum 4-0.
Hetta var ikki hálvleikurin hjá NSÍ. Pinnurin var bara farin tvær ferðir runt, tá ið Tórður Thomsen noyddist í meskarnar eftir bóltinum. Málskjútti við brotssparki var sveisiski álopsspælarin Florian Kamberi, sum miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti til 2-0, og sum tríggjar minuttir eftir steðgin øktium munin til 5-0.
Tá luktaði tað av heilt stórum tapi, tí NSÍ var undirmannað. Einar Tróndargjógv sá í 33. minutti beinleiðis reytt kort fyri ógvusligt fríspark.
Tá ið støðan var 4-0 og harvið tað var avgjørt, at møguleikarnir hjá NSÍ at halda fram í kappingini vóru burtur, avgjørdi NSÍ venjarin, Sáma Eril Hentze, at skifta tveir av lyklaspælarunum út fyri at spara teir. Jóhan Troest Davidsen og Árni Frederiksberg komu ikki á vøllin eftir steðgin. Í teirra stað spældu Per Langgaard og Jann Benjaminsen.
Petur Knudsen pyntaði um, tá ið hann við beinleiðis frísparki minkaði um munin til 5-1. Tað var í 53. minutti.
Fram ímóti dystarenda vóru heimamenninir ofta í NSÍ brotsteiginum, men tað eydnaðist teimum bara at skora eitt mál aftrat. Tað skoraði Stephen Mallan, sum harvið varð tvífaldur málskjútti.
Tølini siga, at tað var stórur munur á liðunum. Hibernian hevði 23 royndir ímóti málinum, og NSÍ hevði fimm royndir. Í trimum førum rakti NSÍ innanfyri málkarmin, meðan heimaliðið í tíggju førum sendi bóltin innanfyri málkarmin. Tórður Thomsen bjagaði fýra ferðir, og seks ferðir noyddist hann í meskarnar.
Hibernians – NSÍ 6-1 (4-0)
Easter Road Statium í Edinburgh
Hósdagin 12. juli 2018 kl. 19.45
Dómarabólkur úr Litava: Manfredas Lukjancukas, Aleksandr Radius, Edgaras Bucinkas og Donatas Simenas (4. dómari)
1-0: Florian Kamberi br 3.
2-0: Florian Kamberi 21.
3-0: Oliver Shaw 29
4-0: Florian Kamberi 48.
5-0: Stephen Mallan 43.
5-1: Petur Knudsen
6-1: Stephen Mallan 83.
NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen, Jóhan Troest Davidsen (Per Langgaard, 46.), Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Fróði Benjaminsen, Pól Jóhannus Justinussen – Árni Frederiksberg (Jann Benjaminsen, 46.), Betuel Hansen, Petur Knudsen – Klæmint A. Olsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Andras Gango, Jann Martin Mortensen, Pætur Hentze, Magnus H. Olsen, Mórits Heini Mortensen
Gult kort: Per Langgaard
Reytt kort: Einar Tróndargjógv 33.
Venjari: Sámal Erik Hentze
Hibernian: Ádám Bogdán - Efe Ambrose, Darren McGregor (Daniel Swanson, 61.), Paul Hanlon, Lewis Stevenson - Steven Whittaker, Stephen Mallan, Vykintas Slivka, Martin Boyle - Oliver Shaw (Marvin Bartley, 81.), Florian Kamberi (Simon Murray, 52.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ross Laidlaw, David Gray, Scott Martin, Ryan Porteous
Gult kort: Florian Kamberi, Darren Mc Gregor
Venjari: Edward May
-----
LIÐUGT
6-1
90) 6-1
Tveir minuttir lagdir aftrat.
87) 6-1
Einki bendir á, at heimamenninir halda tað vera nóg mikið at vinna 6-1. Teir koyra á.
84) 6-1
6-1: Stephen Mallan
Við beinleiðis frísparki økir Mallan um heimaleiðsluna, so hon nú er 6-1.
83) 5-1
GULT KORT. Per Langgaard
82) 5-1
Nú er stutt millum Hibernian atsóknirnar og royndir ímóti NSÍ málinum, men framvegis er støðan 5-1.
62) 5-1
Hibernian hevur skift tveir spælarar út fyrsta korterið eftir steðgin.
60) 5-1
Kanska er heimastrýstið ikki so stórt nú, sum tað var í fyrrahálvleiki. Heimaliðið er framvegis omaná, men tað eru ikki so nógvar spentar støður í NSÍ brotsteiginum.
58) 5-1
NSÍ hevur aftur eina roynd, men málverjin verjir fyri, tá ið Klæmint A. Olsen roynir seg.
53) 5-1
5-1: Petur Knudsen
Tað er við beinleiðis frísparki, at Petur Knudsen sendir bóltin í netið.
48) 5-0
5-0: Florian Kamberi
Sveisiski álopsspælarin fer illa við NSÍ. Nú hevur hann skorað hattrikk.
46) 4-0
NSÍ ger tvær skiftingar beinanvegin eftir steðgin:
Per Langgaard og Jann Benjaminsen avloysa ávikavíst Jóhan Troest Davidsen og Árna Frederiksberg.
HÁLVLEIKUR
4-0
43) 4-0
4-0: Stephen Mallan
Málið varð skorað eftir fríspark.
40) 3-0
NSÍ skiftir út: Magnus H. Olsen verður skiftur inn fyri Betuel Hansen.
39) 3-0
Hibernian spælararnir eru skjótari enn NSÍ spælararnir, og tað ber fleiri fríspørk til heimaliðið við sær.
33) 3-0
REYTT KORT: Einar Tróndargjógv sær beinleiðis reytt kort, og harvið verður NSÍ undirmannað í ein tíma.
Reyða kortið var fyri at stempla við strektum beini.
29) 3-0
3-0: Oliver Shaw
22) 2-0
2-0: Florian Kamberi
Sveisiski álopsspælarin er ógvuliga vandamikil. Nú hevur hann økt um leiðsluna og harvið skorað fyri aðru ferð í kvøld. Uppspælið var í høgru, og tað var eftir flatt innlegg, at Kamberi skoraði.
20) 1-0
NSÍ hevur havtg eitt horna og heimaliðið einki. Hibernian hevur skorað eitt mál og havt eina roynd við síðuna av málinum. NSÍ hevur ikki enn havt roynd ímóti heimamálinum.
14) 1-0
NSÍ vinnur horna, sum Petur Knudsen tekur sær av. Tað endar við skjótum mótálopi, men Silvka sendir bóltin framvið málinum aftanfyri Tórð Thomsen.
06) 1-0
GULT KORT. Málskjúttin Kamberias sær gult fyri fríspark ímóti Jens Joensen.
03) 1-0
1-0: Florian Kamberi br
Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Einar Tróndargjógv gjørdi ímóti Kamberi, sum sjálvur umsetti úr ellivu metrum og til mál.
00) 0-0
Tað munnu vera fram ímóti fimtan túsund áskoðarar.
00) 0-0
Øssur Dalbúð er ikki á listanum hjá NSÍ.
00) 0-0
NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen er komin fyri seg eftir skaðasteðg í nógvar vikur. Hann er fremsti maður hjá NSÍ í Edinbourgh, har fyrsta bríksl er klokkan 19.45.
Hibernians – NSÍ kl. 19.45
Easter Road Statium í Edinburgh
Dómarabólkur úr Litava: Manfredas Lukjancukas, Aleksandr Radius, Edgaras Bucinkas og Donatas Simenas (4. dómari)
NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Fróði Benjaminsen, Pól Jóhannus Justinussen – Árni Frederiksberg, Betuel Hansen, Petur Knudsen – Klæmint A. Olsen
Á beinkinum: Andras Gango, Per Langgaard, Jann Martin Mortensen, Pætur Hentze, Jann Benjaminsen, Magnus H. Olsen, Mórits Heini Mortensen










