Ungarski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð. Máltalvan vísir 2-2, eftir at Føroyar og Pólland U-21 hava spælt undankappingardyst.
Tað er einki at liggja omaná, at føroysku spælararnir eru ógvuliga vónbrotnir, og tað er einki at siga til tað. Dómarin legði fimm minuttir aftrat. Hesa løtuna vóru tað ellivu føroyingar ímóti tíggju póllendingum.
Føroyar løgdu seg framum 2-1, tá ið Bjarni Petersen við høvdinum sendi bóltin í málilð eftir horna úr vinstru. Tá ið so Pólland misti liðformannin, eftir at hann hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð, var møguleiki fleiri ferðir fyri, at Føroyar í mótálopum kundi økja um leiðsluna.
Men í evstu løtu javnaðu póllendingar, eftir at horna varð sent innfyri úr vinstru.
-Hetta var sera keðiligt. Vit spældu fult upp ímóti teimum. Eitt stig ímóti Póllandi er fínt úrslit, men tað sigur seg sjálvt, at vit eru vónbrotnir. Serliga í seinna hálvleiki var tað stuttligt at spæla, tí tað gekk so væl, sigur miðvallarin Jákup B. Andreasen.
Meinhard E. Olsen javnaði til 1-1 við brotssparki, eftir at Pólland var komið framum við brotssparki.
LIÐUGT
2-2
94) 2-2
2-2: Jakub Bartusz
Pólland vinnur horna í vinstru, og teir javnað. Maðurin er púra leysur mitt fyri málinum, tá ið hann við knænum stýrir bóltin í málið.
93) 2-1
Hákun Edmundsson og Jóannes Bjartalíð duga meistarliga væl at varðveita bóltin heilt frammarlaga í vinstru.
92) 2-1
Póllendingar kenna seg noyddar at sleppa í verjuni, og tað ber fleiri møguleikar fyri føroyskum álopum.
90) 2-1
Fimm minuttir lagdir aftrat.
90) 2-1
Jákup Thomsen knallar til úr spískum í vinstru, og málverjin bjargar.
89) 2-1
Ari Olsen avloysir Betuel Hansen.
88) 2-1
Undirmannaðu póllendingarnir royna at trýsta, men føroyska verjan kennist hava tak á.
Karstin Hansen sær gula kortið fyri at dølla sær.
86) 2-1
Jóannes Bjartalíð av loysir Meinhard E. Olsen.
84) 2-1
Pólland leggur við frísparki innfyri úr høgru, og bólturin verður stútaður omanfyri málið.
82) 2-1
Jákup Vatnhamar Olsen avloysir Ólav Niclasen.
81) 2-1
2-1: Bjarni Petersen
Eftir horna úr vinstru frá Meinhardi E. Olsen er Bjarni Petersen høgstur og so sendir hann við høvdinum bóltin í nettakið. Føroyar eru á odda!
79) 1-1
REYTT KORT. Dawid Kanowcki sær gult fyri aðru ferð, og liðformaðurin, sum spælir fyri Sampdoria, verður vístur av vøllinum.
77) 1-1
Pólland spælir seg ígjøgnum - fyrst í høgru og so í vinstru - og møguleikin er stórur, men tað endar við málsparki.
Betuel Hansen liggur skaddur á vøllinum. Hann tekur seg til andlitið.
74) 1-1
Meinhard E. Olsen leggur innfyri úr vinstru, og Jákup Thomsen sendir við høvdinum bóltin ímóti handaru síðu av málinum, og málverjin bjargar.
74) 1-1
Póllendingar hava yvirtakið, men eitt nú Meinhard E. Olsen er eyðsýndur og spælir við stórum sjálvsáliti, tá ið hann bjóðar mótstøðumonnunum av.
72) 1-1
Nú er pressið stórt á føroyska málið. Pólland vinnur horna í høgru og aftur hesa ferð endar tað við málsparki.
71) 1-1
Teit Jacobsen er aftur á vøllinum. Hann tekur seg til høvdið.
69) 1-1
Teit Jacobsen liggur skaddur í føroyska brotsteiginum, eftir at hann illa kroystur kendi seg noyddan at geva horna til Pólland. Tíbetur spyrst ikki annað burturúr hornasparkinum enn føroyskt málspark.
64) 1-1
Føroyar eru greitt omaná. Tað eru fleiri spentar støður, og nú hevði Jákup L. Thomsen fína roynd av brotsteigarmarkinum og mitt fyri, og málvejin bjargar til horna, sum einki spyrst burturúr.
60) 1-1
Pólland skiftir út:
Sebastian Szymanski avloysir Karol Swiderski
Michalak avloysir Jakub Piotrowski
58) 1-1
Pólland vinnur horna í vinstru, men tað spyrst einki burturúr, tí bólturin fer við vindinum og út til málspark.
56) 1-1
Fleiri av póllendskum spælarunum hita upp. Tað er ikki frítt, at frustratiónir kennast millum gestirnar.
54) 1-1
Føroyar vinna horna í vinstru. Nógv tað mesta gongur nú fyri seg á póllendsku hálvuni. Einki spyrst burturúr hesi hornasparksstøðuni.
51) 1-1
1-1: Meinhard E. Olsen br
Føroyar hava lagt sera bragdliga fyri eftir steðgin. Teit Jacobsen varð togaður niður dygst innanfyri brotsteigarmarkið og mitt fyri. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, og Meinhard E. Olsen var púra tryggur, tá ið hann sendi málverjan til vinstru fyri seg sjálvan og trillaði bóltin í hina síðuna av málinum.
48) 0-1
Ólavur Niclasen brýtur ígjøgnum í vinstru, tað endar við innkasti, og eftir útfrá aftur og innlegg er tað Bartal Wardum, sum mitt fyri málinum roynir at stúta, men bólturin strýkur framvið.
46) 0-1
Føroyar geva bóltin upp. Nú er fríska lotið ímóti. Ongar skiftingar eru gjørdar.
HÁLVLEIKUR
0-1
45) 0-1
Ein minuttir lagdur aftrat.
42) 0-1
Nú gongur illa hjá føroyska liðnum at fáa skipað samanspæl í lag. Póllendingar hava bóltin fyri tað mesta, og tað eru nær við og næstan støður í føroyska brotsteiginum.
37) 0-1
Føroyingar leypa beinanvegin á aftur, og tað er um reppið, at mótstøðumenninir gera sjálvmál. Tað endar við horna í høgru, sum einki spyrst burturúr.
35) 0-1
0-1: Dawid Konawcki br
Liðformaðurin, sum spælir í Sampdoria í Italia, sendir føroyska málverjan til høgru fyri seg sjálvan og trillar bóltin í málið.
34) 0-0
Pólland fær brotsspark. Dómarin peikar á ellivu metra blettin, tí hann heldur, at Erlendur Magnusson setir fót fyri Szymon Zurkowski, tá ið hesin uttarlaga í brotsteiginum sneiðir út í vinstru.
33) 0-0
Pólland fær horna í vinstru, bólturin fer framvið øllum og í hinum borðinum út til málspark.
31) 0-0
Føroyski liðformaðurin, Hákun Edmundsson, liggur á vøllinum eftir samanbrest við mótstøðumann.
29) 0-0
Nú spældi føroyski málverjin við eld, men hann megnaði akkurát at koma burturúr tí, tá ið hann sneiddi framvið mótstøðumanni, áðrenn hann sparkaði burtur.
27) 0-0
Eli Hentze vil hava sínar menn at verja eitt sindur longri frammi, enn teir hava gjørt síðstu løtuna.
25) 0-0
Síðstu fimm minuttirnar hava gestirnir verið meiri á bóltinum, og teir hava í einstøkum førum verið í vandamiklum støðum.
20) 0-0
Innleggið er gott, og tað er um reppið, at Betuel Hansen við handara stólpa fær bóltin í málið, men dómarin bríkslar fyri frísparki.
19) 0-0
Innleggið hjá Jákupi B. Andreasen riggar ikki væl, men eftir innkast endar tað við nýggjum horna í høgru.
Jákup B. Andreasen ger seg kláran at avgreiða.
18) 0-0
Fínt føroyskt álop, sum endar við horna í høgru. Teit Jacobsen lyftir inn um verjuna til Jákup Thomsen, sum temur, áðrenn hann smekkar til úr høgru, og málverjin bjargar til horna.
16) 0-0
Føroyskt fríspark mitt á mótstøðuhálvuni og heilt úti við síðulinjuna. Tað verður lagt væl í brotsteigin, har málverjin loftar bóltinum.
14) 0-0
Tað mesta gongur fyri seg í høgru hjá Póllandi. Nú varð smekkað til eitt sindur inni í brotsteiginum og í høgru, og Karstin Hansen hálvbjargar væl.
08) 0-0
Aftur horna til Pólland í høgru og aftur endar tað við málsparki til Føroyar.
06) 0-0
GULT KORT. Føroyski miðverjin Bjarni Petersen sær gult fyri óregluliga at steðga mótstøðumanni átjam metrar úr málinum og mitt fyri.
Karstin Hansen stendur á rætta staðnum og bjargar lættliga, tá ið póllendingar royna seg við frísparki úr góðari støðu.
04) 0-0
Pólland vinnur horna í høgru, og tað endar við føroyskum málsparki.
03) 0-0
Stórt verjukiks ber við sær, at Jákup Thomsen verður púra blankur mitt fyri og á brotsteigarmarkinum, men ólukkutíð rakar hann ikki rættiliga bóltin, og so fer bólturin spakuliga við síðuna av málinum. Ein risa møguleiki til føroyska liðið.
01) 0-0
Tað er eitt frískt lot, og Føroyar hevur lotið undan í fyrra hálvleiki.
Føroyar: Karstin Hansen - Erlendur Magnusson, Bjarni Petersen, Bartal Wardum, Ólavur Niclasen - Teit Jacobsen, Hákun Edmundsson, Betuel Hansen, Jákup B. Andreasen, Meinhard E. Olsen - Jákup Thomsen
Á beinkinum: Elias Rasmussen, Ari Olsen, Jóannes Bjartalíð, Jóannes Kalsø Danielsen, Jann Benjaminsen, Jákup Vatnhamar Olsen og Adrian Justinussen.
Venjari: Eli Hentze
Hjálparvenjari: Hegga Samuelsen
Pólland: Tomasz Loska - Jakub Bartosz, Mateusz Wieteska, Pawel Bochniewicz, Robert Gumny - Patryk Dziczek, Jakub Piotrowski, Szymon Zurkowski, Bartosz Kapustka - Karol Swiderski, Dawid Kownacki
00)
Tað eru heilt fáir áskoðarar, nú tjóðsangirnir eru spældir, og liðini heilsa uppá hvørt annað.
Dómari er Ferenc Karakó úr Ungarn. Hjálpardómarar eru Péter Kóbor og Balázs Szert og fjórði dómari er Balázs Brerke
Føroyar-Ungarn U21 kl. 16.45