Dimmalætting skrivar í grein í dag, 7. novembur 2003, um Lisbeth L. Petersen. Greinaskrivarin leggur landasviksákærur í munnin á øllum loysingarfólki í Føroyum. Dimmalætting vil ikki geva nakra umbering.
Greinin byrjar á forsíðuni. Hon heldur síðani fram á síðu 4. Undir yvirskriftini "Høvdu ikki ráð til niðurskurðin" stendur hetta:
Nógv loysingarfólk vilja óiva ákæra Lisbeth L. Petersen fyri landasvik, tí tey meina at hon brúkar sín fólkatingssess og limaskap í Vinstra til at spenna bein fyri fólkavalda meirilutan í Løgtinginum, ið ynskir, at Føroyar gerasr sjálvstøðugar. Harvið halda nógv, at hein eisini spennir bein fyri fólkaræðinum.
Greinaskrivarin, Uni L. Hansen, setur spurnartekin við hvørt Lisbeth L. Petersen hevur rætt til at gera, sum hon ger á danatingi. Greinaskrivarin fer enntá so langt sum at spyrja um Lisbeth L. Petersen fremur landasvik.
Men greinaskrivarin fer ov langt í hesum sambandi. Hann leggur hesi ivamálini í munnin á føroyskum loysingarfólki. "Nógv loysingarfólk", "óiva", hesi orðini verða brúkt til at spilla ein stóran part av Føroya fólki niður í sand og øsku. Ein meiriluta av Føroya fólki.
Sum nevndarlimur í Unga Tjóðveldinum - felag teirra ungu, ið fylkjast á frælsisleið - kann eg ikki góðtaka slíka niðurgerð. Skulu fólk endurgevast fyri at hava sagt okkurt, so skulu tey eisini hava sagt tað. Greinaskrivarin ger seg eisini til talsmann fyri tankarnar hjá loysingarfólki. Eg kundi hugsað mær at vita hvørjar førleikar greina-skrivarin hevur til tess.
Eg sendi eina klagu til Dimmalætting í gjár, 6. novembur 2003. Eg havi fingið aftursvar í dag, 7. novembur 2003.
Í svarinum fái eg at vita at loysingarfólk í Føroyum fáa onga umbering frá Dimmalætting. Júst orðingin "nógv loysingarfólk" verður brúkt sum grundgeving fyri at talan ikki er um øll og at pástandurin tískil er í lagi.
Men hetta er ikki nøktandi. Greinaskrivarin leggur tankar í høvdið og orð í munnin á øllum loysingarfólki í Føroyum.
Hetta er at fara um mark og tað við lít. At eitt tíðindablað skal avgera hvat fólk hugsa og ikki er ikki á lagi.