Beinleiðis: KÍ hevur vunnið fyrsta steypið

Eftir 1-1 í vanligari leiktíð vann KÍ 5-4 í brotssparkskappingini

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur KÍ vunnið stórsteypið. Eftir vanliga leiktíð var 1-1, og í brotssparkskappingini var tað bara Adrian Justinussen, sum misnýtti.

Kristian Joensen bjargaði síðsta sparkinum hjá HB, og so var tað innskifti Aleossio Hysen, sum skoraði, og harvið vann KÍ brotssparkskappingina 5-4 og dystin 6-5.

Adrian Justsinussen legði HB framum í seinna hálvleiki við rimmar langskoti, og Ole Erik Midtskogen javnaði til 1-1.

'Stóran part av tíðini var KÍ meiri í álopsstøðu, men eftir at HB hevði lagt seg framum, var tað í eina løtu meiri HB, sum var í álopi.

KÍ skifti út og umskipaði, so talan var um meiri tyngd í álopspartinum, og tá eydnaðist tað at javna, og so var neyðugt við brotssparkskappingini, sum KÍ vann.

Sunnudagin verður fyrsta umfar í landskappingini. Tá fær KÍ vitjan av B36, meðan HB skal spæla við Margáir ímóti EB/Streymi.

--

HB leggur fyri í brotssparkskappingini:

0-1: Daniel Johansen

1-1: Jákup B. Andreasen

1-2: Pætur J. Petersen

2-2: Jóannes K. Danielsen

2-3: René S. Joensen

3-3: Jóannes Bjartalíð

3-4: Delphin Tshiembe

4-4: Boris Dosljak

4-4: Adrian Justinussen misnýtir - Kristian Joensen bjargar

5-4: Aleossio Hysen

--

Nú verður riggað til brotssparkskapping.

 

LIÐUGT

1-1

90) 1-1

Tveir minuttir lagdir aftrat.

 

87) 1-1

Jóannes Bjartalíð roynir seg við frísparki úr 30 metrum í vinstru, men bólturin fer væl við síðuna av HB málinum.

 

85)  1-1

KÍ hevur tvey hornaspørk, uttan at tað er vandamikið.

 

80) 1-1

KÍ er væl meiri í álopsstøðu. Eftir útskiftingarnar eru klaksvíkingarnir ofta fleiri í brotsteiginum, enn teir vóru fyrsta tíman.

 

77) 1-1

HB skiftir út: Ási Dam avloysir Øssur Dalbúð.

 

67) 1-1

1-1: Ole Erik Midtskogen

Odmar Færø leggur flatt bóltin fram móti brotsteigarmarkinum, har Boris Dosljak sera snilt leggur bóltin til Ole Erik Midtskogen, sum er púra leysur og skorar.

 

65) 0-1

KÍ skiftir tveir spælarar út. Av vøllinum fara Patrik Johannesen og Páll A. Klettskarð. Á vøllin vera settir Boris Dosljak og Sebastian Avanzini.

61) 0-1

Nú er HB greitt omaná. Adrian Justinussen hevur verið tætt við at skora, og so legði hann sera væl upp til Pætur J. Petersen, sum í góðari støðu kiksaði, tá ið hann var heilt leysur.

 

58) 0-1

KÍ skiftir út: Deni Pavlovic fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Aleossio Hyseni.

HB skiftir út: René S. Joensen avloysir Mathias Nygaard.

 

53) 0-1

0-1: Adrian Justinussen

So legði HB seg framum. Eftir álop í høgru varð lagt til Adrian Justinussen, sum fyri fyrstu ferð slapp leysur, og av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til høgru smekkaði hann við vinstra beini bóltin í handaru síði av málinum aftanfyri Kristian Joensen.

Eitt flott mál, og HB er á odda.

 

46) 0-0

Ongar skiftingar hava enn verið. Nú er tað turt.

--

Tað er púra opið í stórsteypadystinum, nú dysturin er hálvrunnin.

KÍ legði bragdligari fyri, og tað var størri tyngd og broddur í álopsspælinum hjá klaksvíkingum, men síðsta korterið undan steðginum bjóðaði HB av nakrar ferðir.

 

45) 0-0

Hálvleikur.

Síðstu løtuna hevur tað regnað illa.

 

43) 0-0

Eftir HB horna úr vinstru smekkar Adrian Justinussen til eitt sindur úr vinstru, men tað endar við KÍ málsparki.

 

41) 0-0

HB vinnur fyrsta hornasparkið. Tað er eftir, at Adrian Justinussen hevur roynt seg við frísparki úr høgru. Adrian hevur tað annars verið heilt lítið at sæð til.

 

39) 0-0

Klaksvíkingar eru ikki so skjótir fram nú, tá ið teir vinna bóltin, sum teir vóru ta fyrstu løtuna. 

 

32) 0-0

Tølini siga, at KÍ hevur havt fimm hornaspark, meðan HB framvegis bíðar eftir fyrsta hornasparkinum.

 

29) 0-0

Fínt KÍ álop. Patrik Johannesen leggur úr vinstru og yvir um handara stólpa, har Jóannes Bjartalíð er um reppið at skora.

 

27) 0-0

Stsk friðarligt og nógvar bóltflytingar. Okkurt ógvusligt fríspark.

 

21) 0-0

HB hevur síðstu løtuna havt betri tak á bóltinum enn fyrsta korterið. KÍ hevði nú vandamikið álop, tá ið lagt var úr høgru og heilt í vinstru til Patrik Johannesen, sum legði innfyri, og so smekkaði Jóannes K. Danielsen til, men bólturin varð blokeraður til horna, sum einki spurdist burturúr.

 

15) 0-0

Fyrsta korterið hevur KÍ havt nógv betri tak á bóltinum, men burtursæð frá rimmar skotinum hjá Jóannesi Bjartalíð so hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

09) 0-0

Jóannes Bjartalíð smekkar til av brotsteigarmarkinum í høgru, og bólturin tekur í handaru samankomingina, áðrenn HB beinir hann út til horna.

 

05) 0-0

Enn er friður ikki komin yvir spælið. KÍ er meiri á bóltinum.

 

Bæði meistararnir í KÍ og steypavinnararnir í HB eru í stinnastu útgávu, nú stórsteypadysturin verður klokkan 19.

Bartal Wardum er saman við René S. Joensen og Heri H. Mohr á HB beinkinum.

Á KÍ beinkinum eru Alessio Hyseni og Boris Dosljak saman við eitt nú Jonn Johannesen.

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Odmar Færø, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic, Patrik Johannesen – Ole Erik Modtskogen, Páll A. Klettskarð

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Heðin Hansen, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen – Pætur J. Petersen, Mathias N. Kristensen, Mikkel Frankoch, Adrian Justinussen – Dan í Soylu, Øssur Dalbúð