Beinleiðis fríspark: Brandur skoraði aftur

Tað eru mál í skálvíkinginum í Randers

Brandur Hendriksson Olsen skoraði aftur í dag fyri Randers FC í venjingardysti. Hesa ferð skoraði landsliðsmiðvallarin við beinleiðis frísparki, tá Randers FC vann 2-0 á Bohemians úr Tjekka.

 

Hetta er annað málið hjá Brandi Hendriksson Olsen í tveimum dystum fyri Randers. Úr Randers FC verður sagt, at talan var um framúr fríspark, har bóltin “knekkaði” í luftini, sum tað eitur á fótbóltsmálið. Tað er tá bólturin nærmast skiftur kós av nógvu ferðini.

 

Bæði Brandur Hendriksson Olsen og Hallur Hansson hava í seinastu skorað fyri síni superligalið, sum eru í holt við uppstartin til landskappingina.

 

Sonni Ragnar Nattestad byrjaði inni fyri Molde BK, sum í dag spældi 1-1 javnleik móti FCK. Meiri um tað seinni í dag.