Beinleiðis fótbóltur á Rás1

Televarpið fer nú at vísa føroyskan fótbólt

Í́ ár fer Televarpið at vísa dystir beinleiðis á Rás1, og tvørturum hinar hyggjarapallarnar hjá Televarpinum, skrivar Televarpið hjá Føroya Tele í tíðindaskrivi. Televarpið og Fótbóltssamband Føroya fara undir samstarv at senda Betri deildina beinleiðis.

 

Til hvørt umfar verður ein dystur sendur sendur beinleiðis á Rás1. Allir Televarpskundar hava atgongd til Rás1 bæði í sjónvarpinum, á Televarpsappini og í Netvarpinum á TV.FO.

 

- Harumframt verður Rás1 víðkað við fýra eyka rásum, sum allar verða tøkar í Televarpsappini og á Netvarpinum á TV.FO. Á hesum rásum verða allir hinir dystirnir sendir beinleiðis og kunnu síggjast av Televarpskundum, ið hava haldið Stórapakkan+, skrivar Televarpið og leggur afturat:

 

- Áhugin fyri føroyskum fótbólti er stórur, og tað er av stórum týdningi, at øll hava møguleika til at síggja føroyskan fótbólt beinleiðis. RAS1.FO verður tískil gjørt til ein stroymingspall, har ið øll kunnu keypa sær rættindi til at síggja annaðhvørt ein dyst, eitt heilt umfar ella alt kappingarárið, verður skrivað.

 

Televarpið leggur afturat, at til fyrsta umfar verða allir dystirnir ókeypis.