00)
TvTvey føroysk feløg hava í kvøld verið í europeiskum víggi. Í báðum førum var úrslitið 1-1.
Tað var eitt gott úrslit hjá KÍ, sum spældi á Malta. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at KÍ hevur skorað á útivølli í Europa.
Úrslitið ber við sær, at KÍ hevur kós í næsta umfar.
Hjá B36 var tað stórt vónbrot, at tað endaði 1-1 í Gundadali. Bæði málini vórðu skorað við brotssparkum í fyrra hálvleiki.
Úrslitið ber við sær, at B36 í útgangsstøðu liggur undir, nú árstalsfelagið fyrireikar seg at fara suður á Gibraltar.
Birkirkara - KÍ 1-1 (0-0)
1-0: Michael Mifsud 72.
1-1: Deni Pavlovic 88.
Dómarabólkur úr Kosovo: Besfort Kasumi og hjálpardómarar eru Edmond Zeqiri og Fatmir Sekiraqa. Fjórði dómari er Genc Nuza.
Birkirkara: Naumovski – Herrera, Mrsulja, Eduardo Mancha, Attard – J. Grech, Andjelkovic, Marcelinho – Mifsud, Fabiano, Umech
Venjari: Paul Zammit
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Marko Dusak (Steinbjørn Olsen, 71.), Ólavur Niclasen (Mikkjal á Bergi, 87.) – Jákup B. Andreasen, Semir Hadzibulic, Heðin Askham, Jóannes Bjartalíð (Ronni Møller-Iversen, 82.) – Boris Dosljak, Páll A. Klettskarð
Á beinkinum: Meinhardt Joensen, Ísak Simonsen, Aksel B. Danielsen, Óli Eyðsteinsson Poulsen
Gulr kort: Jóannes K. Danielsen
Venjari: Mikkjal Thomassen
Hjálparvenjari: Jákup Mikkelsen
B36 - St Josephs 1-1 (1-1)
1-0: Lukasz Cieslewicz br 33.
1-1: Boro br 41.
Dómarakvartett úr Finnlandi: ari Järvinen, Sami Nykänen, Jarno Kistala. og Atte Jussela
B36: Rói Mørk Hentze - Andrias H. Eriksen (Magnus Holm Jacobsen, 23.), Odmar Færø, Robert Heðin Brockie, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen, Erlendur Magnusson - Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen (Hannes Agnarsson, 70.) - Kaim Saag
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Trygvi Askham, Hugin Samuelsen, Bjarni Petersen, Gilli Samuelsen, Ragnar Samuelsen
Gult kort: Kaim Saag, Benjamin Heinesen, Robert Heðin Brockie
Venjari: Jákup á Borg
Hjálparvenjari: Fróði Clementsen
------
LIÐUGT
1-1
90) 1-1
Sjey minuttir lagdir aftrat.
88) 1-1
So var tætt við, at B36 skoraði eftir innlegg úr høgru, men stútarin var ikki nóg sannførandi.
81) 1-1
St Josephs skiftir aftur út: Boro avloysir Ferrer Lopez.
80) 1-1
Boro, sum hevur ligið skaddur á vøllinum, verður skiftur út við Panzavechia.
78) 1-1
Gestirnir kennast vera troyttir, og teir duga væl at fáa tíðina at ganga.
73) 1-1
Reyes avloysir Cornejo.
72) 1-1
Fíng og hugflogsríkt B36 spæl. Hannes Agnarsson roynir ímóti málinum, og tað verður blokerað. B36 er nú fult og heilt omaná.
70) 1-1
Hannes Agnarsson avloysir Meinhare E. Olsen.
65) 1-1
Tað er B36, sum er greitt omaná. Síðstu løtuna hevur talan bæði verið um fríspark og horna, men støðan er framvegis 1-1.
62) 1-1
B36
57) 1-1
GULT KORT: Robert Heðin Brockie fyri at halda í mótstøðumanni.
52) 1-1
So var tætt við. Erlendur Magnusson sendir bóltin í tvørtræið, og eftir at bólturin í eina løtu dansaði í málteiginum royndi Benjamin Heinesen seg við skoti. Verjan blokeraði. Alex Mellemgaard var púra leysur, tá ið Benjamin valdi at skjóta - í hesum førinum var tað ikki rætta loysnin.
48) 1-1
Væl upplagdi Lukasz Cieslewicz roynir seg, málverjin bjargar til horna, sum Lukasz tekur sær av, men tað spyrste inki burturúr.
46) 1-1
Teir somu eru aftur á vøllinum, sum vóru har, tá ið tað varð bríkslað fyri hálvleiki. Í fyrra hálvleiki avloysti Magnus Holm Jacobsen Andrias H. Eriksen.
HÁLVLEIKUR
1-1
Spella er tað, at bæði Kaim Saag og Benjamin Heinesen síðstu lítlu løtuna sóu gult í fyrra hálvleiki, har B36 leikliga var greitt omaná, men har støðan er 1-1.
45) 1-1
Tveir minuttir lagdir aftrat.
40) 1-1
1-1: Boro
Erlendur Magnusson gjørdi óneyðugt brotsspark, og bólturin varð settur trygt í netið. Sera harmiligt.
33) 1-0
1-0: Lukasz Cieslewicz br
32) 0-0
Lukasz Cieslewicz sneiðir seg leysan í brotsteiginum, hann verður feldur, og finski dómarin peikar á ellivu metra blettin.
18) 0-0
Magnus Holm Jacobsen avloysir Andrias H. Eriksen hjá B36. Erlendur Magnusson verður fluttur aftur á vongverjan í høgru, og Magnus Holm Jacobsen er nú sentralur miðvallari.
16) 0-0
Kaimar Saag sneiðir seg leysan inn úr høgru, smekkar til, og málverjin fær í tveimum royndum tak á bóltinum.
12) 0-0
Meðan B36 var greitt omaná fyrstu fimm minuttirnar, so hava gestirnir ment seg og síðstu løtuna tiltuskað sær horna, uttan at tað spurdist nakað burturúr.
05) 0-0
Benjamin Heinesen sneiðir seg leysan og smekkar til, og tað endar við hornasparki, sum einki spyrst burturúr. B36 er fyri tað mesta í álopi.
03) 0-0
B36 er meiri ágangandi, og tað tykist sum um, at heimaliðið er betri fyri.
00) 0-0
Dómarabólkurin er úr Finnlandi: Jari Järvinen, Sami Nykänen og Jarno Kistala.
00) 0-0
B36 hevur Erlend Magnusson á sentrala miðvøllinum saman við Eli Falkvard Nielsen. Magnus Holm Jacobsen er millum teir á beinkinum.
00) 0-0
Tað eru góð líkindi at spæla í Gundadali, hóast tað er nógvur mjørki.
B36 - St Josephs klokkan 19.00
B36: Rói Mørk Hentze - Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Robert Heðin Brockie, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen, Erlendur Magnusson - Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen - Kaim Saag
---
LIÐUGT
1-1
Javnleikurin ber við sær, at KÍ hevur góðan møguleika at vinna seg víðari í kappingini.
Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at KÍ hevur skorað á útivølli í Europa.
90) 1-1
Tríggir minuttir lagdir aftrat.
89) 1-1
1-1: Deni Pavlovic
Eftir horna úr høgru drønstútar KÍ miðverjin Deni Pavlovic bóltin í málið. Sera týdningarmikið mál á útivølli, og tað er merkisvert, at hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at KÍ skorar á útivølli í Europa kapping.
86) 1-0
KÍ hevur ikki megnað at fóta seg, eftir at heimaliðið fekk hol á. Harvið tykist tað ikki at vera sannlíkt, at tað fer at eydnast at skora týdningarmikla málið á útivølli.
82) 1-0
KÍ skiftir út: Jóannes Bjartalíð fer av vøllinum og í hansara stað verður settur Ronni Møller-Iversen.
73) 1-0
1-0: Michael Mifsud
Við fyrstu rættiligu royndini - úr høgru - leggur heimaliðið seg framum, tá ið bólturin verður sendur í handaru síðu.
68) 0-0
Dusak hevur ligið skaddur eina løtu, men hann er á fótum aftur. Bólturin er meiri á heimahálvuni, og harvið er tað KÍ, sum er meiri á bóltinum.
60) 0-0
Heimaliðið brýtur ígjøgnum í vinstru, innleggið er flatt, og Kristian Joensen lesur støðuna væl, tveitir seg og heldur bóltinum.
56) 0-0
GULT KORT. Jóannes K. Danielsen, sum fyri fyrstu ferð umboðað KÍ í Europa, sær gult fyri fríspark.
52) 0-0
KÍ er ágangandi, og tað ber horna í vinstru við sær, men tað spyrst einki burturúr.
48) 0-0
KÍ kennist hava størri sjálsálit, enn klaksvíkingar høvdu fyrra partin av fyrra hálvleiki.
HÁLVLEIKUR
0-0
45) 0-0
Tveir minuttir lagdir aftrat.
45) 0-0
GULT KORT: Herrera hjá heimaliðnum fyri ógvusligt fríspark.
35) 0-0
Tað gongur spakuliga fyri seg, og møguleikarnir eru bæði fáir og smáir.
28) 0-0
KÍ málverjin Kristian Joensen hevur nakrar ferðir verið í eldinum, uttan at tað hevur verið vandamikið. Hann kennist at vera sannførandi.
26) 0-0
Boris Dosljak roynir seg við skoti úr átjan metrum, men tað er barnamatur hjá málverjanum.
25) 0-0
Jóannes Bjartalíð leggur við frísparki úr vinstru og fram í brotsteigin, men tað spyrst einki burturúr.
20) 0-0
KÍ hevur lotið ímóti. Lotið kemur væl við hjá spælarunum í øllum hitanum. Tað darvar ikki nakað serligt spælinum.
15) 0-0
Tað gongur friðarliga fyri seg. KÍ spælararnir geva sær góðar stundir, tá ið teir skulu avgreiða deyðbóltsstøður.
09) 0-0
Heimaliðið vinnur horna í vinstru, men tað spyrst einki burturúr.
07) 0-0
Jóannes Bjartalíð leggur úr høgru og við frísparki fram í brotsteigin, men tað spyrst einki burturúr.
06) 0-0
KÍ hevur ilt við at fáa samanspæl í lag. Talan er um mistøk í uppspælinum.
03) 0-0
Tað verður spælt á graslíki, og KÍ leggur nógv fyri í nærdystunum. Dómarin hevur longu bríkslað fyri trimum fríspørkum til heimaliðið.
01) 0-0
Tað eru KÍ og Páll Klettskarð, sum geva bóltin upp.
00) 0-0
Tað hoyrist nógv til KÍ áskoðararnar, sum eru rættiliga mælskir í góðveðrinum og nógvu sólini.
00) 0-0
Nógvu tær seinastu ferðirnar hevur Jóannes Bjartalíð ikki verið á vøllinum alla tíðina. Hann hevur verið darvaður av skaða og hevur ofta verið á beinkinum frá fyrsta bríksli. Í kvøld er hann millum teir fyrstu ellivu á KÍ liðnum:
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Marko Dusak, Ólavur Niclasen – Jákup B. Andreasen, Semir Hadzibulic, Heðin Askham, Jóannes Bjartalíð – Boris Dosljak, Páll A. Klettskarð
Á beinkinum: Meinhardt Joensen, Mikkjal á Bergi, Ísak Simonsen, Ronni Møller-Iversen, Aksel B. Danielsen, Steinbjørn Olsen, Óli Eyðsteinsson Poulsen
Venjari: Mikkjal Thomassen
Hjálparvenjari: Jákup Mikkelsen
00) 0-0
Tað eru 27 hitastig, og sólin skínur av heiðum himni.
00) 0-0
Dómarabólkurin er úr Kosovo. Dómarin eitur Besfort Kasumi og hjálpardómarar eru Edmond Zeqiri og Fatmir Sekiraqa. Fjórði dómari er Genc Nuza.
Klokkan 18 verður fyrsta bríksl á Malta, har KÍ skal royna seg í Europa liguni.
Dysturin er á Ta´Qali leikvøllinum. Hetta er sami vøllur, har Føroyar 30. apríl 1997 vunnu HM undankappingardyst 2-1. Tað var ta ferðin, at Todi Jónsson við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum og eitt sindur út vinstru skoraði sigursmálið í næstsíðsta minutti. Øssur Hansen javnaði til 1-1 við brotssparki í 63. minutti.
Merkisvert er tað, at bæði KÍ venjarin og hjálparvenjarin vóru á spælaralistanum ta ferðina. Mikkjal Thomassen og Jákup Mikkelsen vóru báðir á beinkinum.
B36 spældi 11. juli 2006 á hesum sama vøllinum ímóti Birkirkara í europeisku meistarakappingini. Tað gekk ógvuliga væl, tí B36 vann 3-0. B36 málskjúttar ta ferðina voru Sylla Ahmed Davy (2) og Hanus Thorleifsson.
Ta ferðina vardi Jákup Mikkelsen, hjálparvenjarin hjá KÍ, B36 málið, og Mikkjal Thomassen, KÍ venjarin, var á B36 miðvøllinum.
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Marko Dusak, Ólavur Niclasen – Jákup B. Andreasen, Semir Hadzibulic, Heðin Askham, Jóannes Bjartalíð – Boris Dosljak, Páll A. Klettskarð
Á beinkinum: Meinhardt Joensen, Mikkjal á Bergi, Ísak Simonsen, Ronni Møller-Iversen, Aksel B. Danielsen, Steinbjørn Olsen, Óli Eyðsteinsson Poulsen
Venjari: Mikkjal Thomassen
Hjálparvenjari: Jákup Mikkelsen
Birkirkara: Naumovski – Herrera, Mrsulja, Eduardo Mancha, Attard – J. Grech, Andjelkovic, Marcelinho – Mifsud, Fabiano, Umech
Venjari: Paul Zammit