Beinir í Vild med dans fríggjakvøldið

Tað verður tó ikki á dansigólvinum, men á pallinum saman við nýggja Vild med dans-orkestrinum

Fyrr í ár var Beinir í sendingini Go’ morgen Danmark hjá TV2, har tey m.a. skiftu orð um sín Unknown Location Tour, har hann bað fólk senda sær boð uppá, hvar hann skuldi koma at spæla. Ta ferðina sang Beinir sangin Romeo, sum nýliga var komin út.

 

Nú hava TV2 aftur sent boð eftir Beinir. Hesaferð er hann biðin um at syngja nýggjasta staklagið Call me a dreamer í væl umtóktu undirhaldssendingini Vild med dans, sum hevur sera nógvar hyggjarar – ikki minst í Føroyum. “Tað verður stuttligt at sleppa at syngja Call me a dreamer saman við hasum orkestrinum”, sigur Beinir. “Og tað er avgjørt ein fyrimunur fyri meg at verða á pallinum og ikki á dansigólvinum”, leggur Beinir skemtandi afturat.

 

Nýggja plátan hjá Beinir kemur út 25. oktobur, og næstu 5 vikurnar fer Beinir á konsertferð í Danmark, Týsklandi og Føroyum. Fyrstu konsertirnar verða solo-konsertir, meðan tær seinastu í Aalborg, Aarhus, Keypmannahavn og í Føroyum verða saman við framúr góða bólkinum, sum Beinir hevur havt afturat sær seinasta árið. Konsertin í Føroyum verður í Løkshøll 23. novembur.