Teir, sum hava keypt trolaran Beinir, hava nú givið honum navnið Vesturleiki Vesturleiki stendur á skipasmiðjuni í Havn, men sum skilst er ætlanin, at hann skal koma á Sørvág í morgin. Skipið er merkt VA 404.
Tað eru sørvingar og bíggjarmenn, sum hava keypt trolaran frá partafelagnum Kimbli í Havn. Prísurin er um 20 mió. krónur.
Vesturleiki er 42 metrar langur, 10 metrar breiður og hevur 1.800 hesta maskinu.










