Beinbrotin

Óhappini í HB tykjast ongan enda at taka. Nú er tað Bárður Johannesen, sum hevur brotið eitt bein niðri við øklaknútin

 

Skaðar


Kappingarárið hjá HB hevur verið ein sonn marra higartil. Liðið er í vanda fyri at røkka einum søguliga vánaligum úrsliti, og fremsta orsøkin til hetta eru skaðarnir, sum at kalla hava regnað oman yvir liðið.

Sostatt eru tað bert tríggir av teimum leikarum, sum vanliga verða roknaðir sum fastir í hópinum, sum ikki hevur verið raktir av drúgvum skaðum hetta kappingarárið.

Seinasta skotið í so máta fekk HB, tá teir mikudagin spældu útsetta dystin móti GÍ í Gøtu. Miðskeiðis í seinna hálvleiki mátti málverjin, Bárður Johannesen, hjálpast av vøllinum, eftir at hann hevði verið í nærdysti við ein mótleikara.

Fyrst varð hildið, at talan helst var um onkran vøddaskaða niðri móti øklaknútinum, men røntgen-kanningar hava síðani staðfest, at talan er um brot, og er Bárður sostatt endaliga úti fyri restina av hesum kappingarárinum.

Í HB munnu tey valla vita, hvørt tey skulu flenna ella gráta um skaðasóttina, sum hevur rakt liðið so meint í ár, men tey kunnu í øllum førum staðfesta, at gjørdist ikki árið, har felag teirra var lutur í oddastríðnum.