Bedura - dreymurin gjørdist veruleiki

Tær vildu fegnar hava eina kafé, har fólk kundu koma at hugna sær. Dreymurin hjá systrunum er gingin út Nýggj kafé er latin upp í Saltangará í hølunum, har klædnahandilin Jungman áður húsaðist.

Navnið er Café Bedura, sum er forbókstavirnir hjá systrunum, Beinta, Durita og Rannvá. Tær eiga bygningin, har kaféin húsast í kjallarahæddini, og tær eiga eisini nýggju og snotuligu kaféina.

Í bygninginum er eisini mótahandilin Sisters og Salong Beinta.

Café Budura er ein familjufyritøka, samstundis sum hetta er dreymurin hjá Beintu, Duritu og Rannvá, sum er gingin út.

Allar tríggjar eru giftar og eiga børn.

Tað eru í fyrsta lagi systrarnar og menninir hjá teimum, sum hava sett húsini í stand og hava bygt kaféina til tað, hon er í dag.

Café Bedura í Saltangará hevur fult skeinkiloyvi, og pláss er fyri hálvthundrað gestum við borðini.

Aftrat hesum eru benkur settir upp, so pláss er fyri uppaftur fleiri gestum.