Í dag stóð stóri kranin hjá Mekanik á kaiendanum niðanfyri Klaksvíkar Sleipistøð og lyfti stórar forskallingar út í sjógvin, har kavarar hjá GreenMarine tóku ímóti.
Í mai í fjør vóru ætlanir um at umvæla skinnararnar. Men samstundis tók ein russiskur bátur í skinnararnar og gjørdi størri skaða á breytina eftir botninum. Í løtuni verður miðásin gjørd. Seinni verða so hinir lunnarnir ella skinnararnir umvældir.
Gongst sum ætlað, verður bedingin tikin í nýtslu aftur í mai komandi. So tá hevur bedingin hjá Klaksvíkar Sleipistøð ikki verið í nýtslu í eitt ár, tó at nógv hevur verið at gera við umvælingum av skipum av ymiskum slag. Hetta arbeiðið hevur so fyri tað mesta verið avgreitt um bryggjukantin.
Eini 40 - 50 mans hava í rúma tíð havt nógv at gera á Klaksvíkar Sleipistøð, sum í næstum byggir sær nýggja høll, eftir eldsbrunan herfyri, sum var í gamla goymslubygninginum frá 1927.