33 ára gamli enski fótbóltsspælarin, David Beckham er útleigaður frá tí amerikanska felagnum, Los Angeles Galaxy til AC Milan í Italia. Nú er Beckham farin at trívast somikið væl í norðuritalska býnum, Milano, at hann heldur enn gjarna vil fáa ein fastan sáttmála við AC Milan.
- At spæla í hesum felagnum er dreymurin hjá einum fótbóltsspælara. Men tað er ikki nøkur løtt avgerð. Hon krevur tíð. Eg havi ein sáttmála, og eg havi stóra virðing fyri Los Angeles Galaxy, men møguleikin at sleppa at spæla við AC Milan er nakað heilt serligt. Sigur David Beckham. - Eg visti, at eg fór at njóta tað, men ikki at eg fór at njóta tað so nógv. Eg haldi felagið minnir nógv um Manchester United. Tað er ein ógvuliga serstøk atmosfera, líkamikið hvar ein er, líka frá venjingarvøllinum og til leikvøllin í Milano. Eftir ætlan, so skal David Beckham verða klárur at tørna út aftur fyri Los Angeles Galaxy í amerikonsku fótbóltsdeildini, sum verður nevnd Major Soccer League, tann 8. mars.