Nú er David Beckham til reiðar at spæla fyri italska felagið AC Milan, og har eru tey so fegin um leiguavtaluna, at tey vóna, at Beckham fær hug at halda fram í felagnum. Beckham er sáttmálabundin við LA Galaxy, men nú fótbólturin í USA liggur stillur í eina tíð, hevur AC Milan leigað Beckham í tríggjar mánaðir. AC Milan vónar, at leiguavtalan kann endurtakast næsta ár.