Beckham ímóti Manchester United

Fyri løtu síðani var lutakastið til 1/8 finalurnar í heimsins sterkastu fótbóltskapping fyri feløg - Champions League.

 

David Beckham, sum í nógv ár var stóra stjørnan hjá Manchester United, men sum næstu tíðina skal spæla við AC Milan, hevði ynskt sær at spæla ímóti gamla felagi sínum. Og hann fekk ynksið uppfylt. Manchester United og AC Milan spæla eina av 1/8 finalunum.

 

Jose Mourinho, sum nu venur Inter í Italia, skal spæla ímóti fyrrverandi felagi sínum, Chelsea úr Onglandi.

 

1/8 finalurnar í Champions League eru hesar:

Stuttgart-Barcelona

Olympiakos-Bordeaux

Bayern-Firoentina

CSKA-Sevilla

Lyon-Real Madrid

Inter-Chelsea

Porto-Arsenal

AC Milan-Manchester United