Beckham gevur Ronaldo góð ráð

David Beckham heldur, at portugisiski fótbóltsspælarin Cristiano Ronaldo skal verða verðandi í Manchester United.

Áhaldandi søgur hava gingið seinasta árið um, at Ronaldo skal skifta til spanska felagið Real Madrid at spæla. Beckham skifti sjálvur frá United til Real Madrid, og nú mælir hann Ronaldo frá at gera tað sama. Hann heldur, at tann skilabesta avgerðin hjá Ronaldo er at halda fram í Manchester.