32 ára gamli David Beckham spældi sín fyrsta dyst fyri LA Galaxy sunnudagin. Hetta hendi, tá nýggja felag hansara spældi venjingardyst móti Chelsea. Ivi hevði annars verið um, hvørt Beckham fekk spælt við í dystinum, nú hann hevur drigist við ein skaða í dýru fótliðunum, men teir 27.000 áskoðararnir fingu so tað, sum teir komu eftir. Eisini hóast stóra stjørnan ta einu ferðina venaði seg, tá hann hevði fingið eitt spark inn á eyma økulin. Chelsea vann annars dystin 1-0 við einum máli, sum John Terry skoraði.