Fótbóltur
Í februar skal David Beckham spæla ímóti sínum fyrrverandi liðfeløgum í Manchester United, tí tá kemur AC Milan á vitjan á Old Trafford, tá liðini skulu spæla 1/8 finalu í Champions League. David Beckham viðgongur nú alment, at hann øvundar Ryan Giggs, som hevur spælt fyri Manchester United alla sína yrkisleið. – Við bretsku útvarpsrásina, BBC 5 Live sigur David Beckham: - Eg hevði elskað at hava verið verandi í Manchester United alla mína yrkisleið, og ikki spælt fyri nakað annað felag, men soleiðis skuldi tað ikki gerast, staðfestir David Beckham.
Heiðrar Giggs
David Beckham heiðrar sínum gamla liðfelaga, Ryan Giggs: - Tað krevur at verða ein ógvuliga serstakur persónur, og ein ógvuliga serstakur fótbóltsspælari, fyri at kunna spæla í einum fótbóltsfelagi í so mong ár. Ryan (Giggs red.) hevur verið so mong ár í felagnum, at hann kemur at verða ein partur av Manchester United restina av lívinum. Hann er ein ektaður Manchester-drongur, og tað hevur víst seg í verki. David Beckham sigur seg verða ernan av, at hava spælt á sama liði, sum Ryan Giggs. – Eg taki tað sum eina stóra æru at hava spælt á sama liði, sum Ryan Giggs, og gjøgnum hesi árini kom eg at kenna hann, sum persónur og spælari. Ryan hevur alla framgongd, og allan heiður uppibornan, undirstrikar David Beckham yvirfyri BBC 5 Live.
Ikki vísur í HM
David Beckham sum skal spæla við AC Milan hetta kappingarárið út, avdúkar at hann kennir seg ikki vísan í, at hann fær eitt pláss í HM-hópinum hjá Fabio Capello, tá enska landsliðið skal til HM-endaspælið í Suður-Afrika komandi summar. – Eg havi ongantíð vænta mær nakað. Eg veit, at eg má spæla nógv, og spæla væl fyri AC Milan. Hetta eri eg til reiðar at gera. Øll vita, at eg eri til reiðar at arbeiða ógvuliga hart fyri at gerast ein partur av HM-hópinum hjá Onglandi, sigur David Beckham við BBC 5 Live.