Aftur hevur rokn tikið seg upp um ensku fótbóltsstjørnuna, David Beckham.
Gav fingurin
Eftir 3-2 tapið móti Portugal, vóru fleiri enskir áskoðarar, FA vildi ikki kalla tey fyri viðhaldsfólk, sum róptu ókvæmisoð eftir ensku leikarunum, tá hesir vóru á veg út av vøllinum.
Hetta fekk sinnið í kók hjá Beckham, sum takkaði fyri við at geva áskoðarunum fingurin.
Ikki er líkt til, at Beckham fær nakra revsinf fyri tilburðin. UEFA sigur seg einki gera við málið, og hesu ferð er líkt til, at enska fólkið er í parti við Beckham, hóast fleiri av bløðunum hava eina aðra áskoðan um hetta..
Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.
Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.
-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.