Beate inn ? Petur F. út

Fyrrverandi fyritaksstjórin á Dimmalætting, Petur F. Christiansen situr ikki longur í nevndini fyri partafelagið Dimmalætting

Dánjal Højgaard


Petur F. Christiansen hevur eingi formlig álitisstørv á Dimmalætting longur.

Í summar fór hann frá fyri aldur sum stjóri í Dimmalætting. Og nú er hann heldur ikki í nevndini fyri partafelagið Dimmalætting longur.

Á eykaaðalfundi fríggjadagin varð Beate L. Samuelsen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting, vald í nevndina fyri blaðið í staðin fyri Petur F. Christiansen.

Petur F. Christiansen er ein av stóru eigarunum í Dimmalætting og hevur sitið í nevndini í 20 ár. Hann sigur, at hann fór ikki úr nevndini eftir egnum ynski.

-Tað er ikki eftir egnum ynski, men um tú vilt hava grundina at vita so mást tú heldur tosa við nevndarformannin, sigur Petur F. Christiansen.

Benny Samuelsen, nevndarformaður í Dimmalætting sigur, at útskiftingin í nevndini fyri partafelagið Dimmalætting er púra natúrlig.

Petur F. Christiansen var í nevndini so leingi hann arbeiddi á Dimmalætting. Nú er Beate L. Samuelsen, sum arbeiðir á Dimmalætting og sum eisini er ein stórur partaeigari í Dimmalætting, so komin í hansara stað, sigur Benny Samuelsen.

Hóast hann nú er farin úr nevndini so heldur Petur F. Christiansen kortini fram sum partaeigari í Dimmalætting.