Stóri enski miðilin BBC hevur í dag eina frásøgn um Føroyar og føroyska málið. Frásøgnin, sum er kryddað við vøkrum myndum úr Føroyum og videosamrøðum við Jóannes Patursson, bónda í Kirkjubø, Jónleif Johannesen, tingmann, og Jóhan Hendrik Winther Poulsen, málfrøðing.
Dentur verður lagdur á at vísa, at tað er fjarleikin úr Føroyum til donsku yvirvøldina í Keypmannahavn, sum í stóran mun eigur heiðurin fyri, at føroyska málið hevur yvirlivað somikið óbroytt seinastu 500 árini.
Frásøgnin er at finna her: http://www.bbc.com/travel/gallery/20180710-the-faroe-islands-500-year-old-fight-to-save-its-language