Um vikuskiftið tapti FC Bayern ímóti Schalke á heimavølli, og eftir dystin viðurkennir Franz Beckenbauer, at Bayern fer ikki at røkka týska meistaraheitinum í ár.
- Vit í Bayern eru beskðin. Nú fara vit at stríðast fyri at vinna næstfremsta plássið í kappingini. Vinna vit ikki næsta dyst, so sær tað svart út fyri venjaran, og tað veit hann eisini væl, sigur Beckenbaur við Kicker.