Tað verður sannlíkt ein gamal kenningur, sum kemur at taka við leysa venjarastarvinum í týska stórfelagnum, Bayern München, eftir Carlo Ancelotti fyri góðari viku síðani varð sendur til hús.
Týska blaðið Bild skrivar nevniliga, at avloysarin helst verður 72 ára gamli Juup Heynckes, sum stóð á odda fyri Bayern München tíðarskeiðið frá 2011 til 2013.
Kappingarárið 2012/2013 vann hann The Treble við felagnum. Hann var nevniliga við til at vinna týska meistaraheitið, steypakappingina og Champions League hetta árið.
Juup Heynckes váttar fyri RPonline í dag, at hann hevur fingið tilboðið. Hann sigur tó, at fótbólturin er broyttur nógv síðani hann gavst, og at hann má umhugsa tilboðið væl.
Onnur boð upp á ein nýggjan venjara eru fyrrverandi Dortmund-venjarin, Thomas Tuchel, og núverandi Hoffenheim-venjarin, Julian Nagelsmann.