Í fjør vóru nógv stórfeløg við at fáa fatur í honum, men hetta kom til einkis. Í gjár fekk Bayern München so fatur á honum. Hann eitur Marcell Jansen, og er við sínum bert 21 árum partur av týska landsliðnum. Borussia Mönchengladbach var ikki heilt rætta felagið hjá honum at mynda framtíð sína í, og hann hevur tískil valt at skifta til týska stórfelagið, Bayern München. Partarnir hava skrivað undir ein fýra ára sáttmála.
Marcell Jansen hevur hóast sín unga aldur leikt 14 landsdystir fyri Týskland. Hann verður lýstur sum ein sterkur verjuleikari, ið bæði kann leika í miðverjuni og á vinstra bakki.










