Bayern og Chelsea eru kroyst

Champions League: Í kvøld verða tveir teir fyrstu hálvfinalistarnir funnir

Mynd: (UEFA)

Í kvøld verða tveir teir fyrstu hálvfinalistarnir funnir, tá tvær av seinnu fjórðingsfinalunum verða spældar. Bayern Munchen skal venda einum 1-0 tapi í Villarreal, meðan Chelsea skal vinna við tveimum móti Real Madrid, fyri at útjavna í samlaðu støðuni.

 

Bayern Munchen (0) – (1) Villarreal (20.00)

 

Tað kom óvart á, at Bayern Munchen tapti móti Villarreal í fyrru fjórðingsfinaluni, men týski risin spældi eisini javnleik á útivølli móti Redbull Salzburg í fyrru 1/8 finaluni. Tá vann Bayern heili 7-1 í returdystinum. Tað verður væntandi ikki líka lætt í kvøld, tí gestirnir við Unai Emery á odda, eru serfrøðingar í at halda lív í teimum stóru dystunum.

 

Væntandi uppstillingar: (UEFA.com)

 

Bayern: Neuer; Pavard, Upamecano, Hernández, Davies; Kimmich, Goretzka; Coman, Müller, Gnabry; Lewandowski

 

Ikki við: Süle, Tolisso, Choupo-Moting

 

Fær leikbann við gulum korti: Hernández

 

Villarreal: Rulli; Foyth, Albiol, Pau Torres, Estupiñán; Coquelin, Capoue, Parejo, Lo Celso; Gerard Moreno, Danjuma

 

Ikki við: Alberto Moreno (knee)

 

Fær leikbann við gulum korti: Alberto Moreno, Parejo, Rulli

 

Real Madrid (3) – (1) Chelsea (20.00)

 

Heimaliðið í kvøld vann sær eina góða leiðslu í London. Karim Benzema skoraði hattrik og venjari hjá Chelsea, Thomas Tuchel, var alt annað enn nøgdur við avrikið. Chelsea vann leygardagin 6-0 á útivølli móti Southampton, so teir duga enn at vinna, men spurningurin er um tað er nokk til at koppa Real Madrid?

 

Væntandi uppstillingar: (UEFA.com)

 

Real Madrid: Courtois; Carvajal, Nacho, Alaba, Mendy; Modrić, Casemiro, Kroos; Valverde, Benzema, Vinícius Júnior

 

Ikki við: Hazard, Isco, Éder Militão, Vallejo

 

Chelsea: Mendy; Chalobah, Thiago Silva, Rüdiger; James, Kanté, Kovačić, Alonso; Mount, Havertz, Ziyech

 

Ikki við: Azpilicueta, Chilwell, Lukaku

 

Fær leikbann við gulum korti: Loftus-Cheek, Rüdiger

 

Mynd: (UEFA)