Bayern Munchen vunnið fleiri meistaraheiti enn restin

Bundesligan: Bayern Munchen vann í gjár sítt 29. meistaraheitið – tað er fleiri enn øll hini til samans

Bayern Munchen vann í gjár Bundesliguna fyri 29. ferð síðani 1963. Tað er eina ferð fleiri enn øll hini liðini til samans. Bayern Munchen vann 1-0 á Werder Bremen og vann hartil eisini Bundesliguna fyri áttandi ferð upp í slag.

Stóri spælarin hetta kappingarárið hevur verið áleyparin Robert Lewandowski. Tað eru javnan spælarar, sum hava givið Lionel Messi og Cristiano Ronaldo kapping um einstaklingavirðislønirnar. Í Týsklandi og Póllandi meta tey, at Robert Lewandowski við sínum 46 málum í bara 40 dystum í øllum kappingum, eigur at verða í uppskoti til Ballon d'Or og ársins spælari hjá FIFA.

Tað var eisini Robert Lewandowski, sum skoraði málið í gjár, ið tryggjaði Bayern Munchen meistaraheitið. Komandi kappingarár skal Bayern Munchen millum annað spæla móti Arminia Bielefeld við Jóan Símuni Edmundsson á liðnum. Teir tryggjaðu sær í gjár uppflyting til bestu deildina.

1Bayern M.32244493:3176
2Dortmund31206582:3566
3RB Leipzig311711377:3262
4Mönchengladb.32185961:3859
5Leverkusen31176857:4157
6Wolfsburg3212101044:4146
7Freiburg321291143:4445
8Hoffenheim311271242:5243
9Schalke319121036:4839
10E.Frankfurt311151553:5638
11Hertha Berlín321081445:5738
12Union Berlin321151638:5438
13Köln311051648:5935
14Augsburg31981442:5735
15Mainz31941839:6331
16Düsseldorf316101533:6128
17Werder Bremen32771835:6528
18Paderborn32482034:6820