Tað verður bátasmiðurin, Terji R. Jakobsen, sum fer at smíða bátin og greiða frá í Sandavági. Hann er dugnaligur bátasmiður, sum hevur smíðað umleið 50 bátar. Mynd: Álvur Haraldsen.

Bátur verður smíðaður í Steigartúni í Sandavági

Í samband við, at serstaka tiltakið byrjar, er bjóðað til almenna móttøku í Sandavági hin 1. juli klokkan 14.

 

Tað verður bátasmiðurin, Terji R. Jakobsen, sum fer at smíða bátin og greiða frá í Sandavági. Hann er dugnaligur bátasmiður, sum hevur smíðað umleið 50 bátar. Mynd: Álvur Haraldsen.

Frá um leið 1. juli til um leið 15. september verður bátur smíðaður á Steig í Sandavági. Tó verður ein steðgur í viku 30, sum er um ólavsøkumundið.

 

- Smíðað verður á fløtuni millum húsini Hergeiri Christiansen og húsini hjá Sandavágs Bygdarsavnið/ Suðuroyar-Dánjali. Her plagdi Einar Hentze, bátasmiður, at smíða bátar.

 

Tað eru Sandavágs Bygdarsavn og Sandavágs Fornminnafelag, sum standa aftanfyri tiltakið.

 

- Ætlanin er, at fólk skulu síggja, hvussu bátur varð smíðaður, og her verður bæði hugsað um bygdarfólkið, fólk í oynni annars, skúlaflokkar, ferðafólk og annars øll, sum hava áhuga.

 

Á heimasíðuni hjá Vága kommunu vísa tey á, at bátasmíð er gamalt føroyskt handverk og gomul mentan, sum vit eiga at varðveita. Báturin hevði og hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið.

 

- Hann varð mest brúktur til útróður, men hann varð eisini brúktur til grindarakstur og grindadráp, nótakast, kópaveiði og fuglaveiði, eins og hann varð brúktur til flutning av fólki, torvi, seyði og hoyggi.

 

Tað verður bátasmiðurin, Terji R. Jakobsen í Kollafirði, sum fer at smíða bátin. Hann er dugnaligur bátasmiður, sum hevur smíðað umleið 50 bátar. Greitt verður frá, meðan smíðað verður, so fólk fáa at vita, hvussu ein føroyskur bátur verður smíðaður.

 

- Byrjað verður umleið 1. juli og hildið verður fram til umleið 15. september. Tað verður “opið” mánadagar og fríggjadagar frá klokkan 14 til 16, har møguligt verður at fáa frágreiðing frá bátasmiðinum.

 

Aðrar dagar verður eisini møguligt at hyggja, meðan bátasmiðurin arbeiðir, men tá skal ikki roknast við at fáa frágreiðing.

 

- Plakatir við kunningartilfari um bát og bátasmíð verða settar upp, og bóklingur við sama kunningartilfari á føroyskum, donskum og enskum verður at fáa til keyps.

 

Í samband við, at tiltakið byrjar, er bjóðað til almenna móttøku í Sandavági hin 1. juli klokkan 14, og meira um hátíðarhaldið kann lesast á heimasíðuni hjá Vága kommunu - www.vaga.fo

 

 

 

 

 

Tað verður bátasmiðurin, Terji R. Jakobsen, sum fer at smíða bátin og greiða frá í Sandavági. Hann er dugnaligur bátasmiður, sum hevur smíðað umleið 50 bátar. Mynd: Álvur Haraldsen.