Í dag verður stóru steypadagur í føroyskum fótbólti. 16 lið skulu í eldin og bara átta sleppa víðari til fjórðingsfinalurnar. Millum annað er greitt, at trý feløg úr Betri deildini ikki koma víðari, tí tey møtast innanhýsis.
Í Gundadali tekur HB móti NSÍ. Liðini spældu javnleik 1-1 í 2. umfari í landskappingini. Í 3-1 sigrinum á Víkingi breyt Adrian Justinussen nøsina. Til grannauppgerðina móti B36 spældi hann í eini masku, sum tó tóktist órógva hann eitt sindur.
Úr HB skilst, at Adrian Justinussen, sum nærmast líkist Batman í maskuni, skal hava eina nýggja masku. Hesa ferð verður hon gjøgnumskygd og gjørdi til júst andlitið hjá málsøkna vonginum. Spurningurin er bara um nýggja maskan verður klár til dystin í dag.
Skráin fyri 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið í dag er:
13:00 ROYN B68
16:30 HB NSÍ
18:00 Undrið FF KÍ
18:00 TB FC Suðuroy
18:00 SKÁLA AB
18:15 B71 ÍF
19:00 EB/Streymur Víkingur
19:00 B36 07 Vestur