Batman deyður

Kendi Batman filmsleikarin Adam West andaðist í gjár.

Amerikanski filmsleikarin Adam West andaðist í gjár, 88 ára gamal, vita eittnú BBC og Variety at siga.

 

 

Adam West andaðist í gjárkvøldið í Los Angeles, eftir stutta sjúkralegu.

 

 

Kendur gjørdist hann í filmsleiklutinum sum Batman. Hann gjørdist at enda nærum samnevndur við Batman, so kendur sum hann gjørdist í leiklutinum, sum hann leikti í sekstiárunum.

 

 

Hetta gjørdi eisini, at hann seinni hevði ilt við at fáa aðrar leiklutir, tí hann varð altíð samantvinnaður við leiklutin sum Batman.

 

 

West var føddur í býnum Walla Walla í 1928. Hann byrjaði sum útvarpsvertur í amerikanska herinum, men leitaði sær seinni yrkisleið innan film og sjónvarp. Fyrstu leiklutirnar leikti hann á Hawaii í fimmtiárunum.

 

 

Hann skrivaði bókina Back to the Batcave.

 

 

Fleiri kenna hann eisini, ella rødd hansara, frá leiklutinum sum bogarstjóri í røðini  Family Guy.