Bátarnir komnir til Hósvíkar

Stóra bátafylgið, sum fór av Eiði í kvøld, eru komnir suður til Hósvíkar. Nú verður døgurði uppi í bygdarhúsinum fyri bátafólkunum.

Teir 70 bátarnir fóru av Eiði á leið kl. 17.30 í kvøld. Tað var dýrdarveður, har sólin skein bæði oman og niðan.

 

Teinurin at sigla av Eiði til Hósvíkar er 9,7 fjórðingar, og fyrstu bátarnir vóru komnir til Hósvíkar fyri løtu síðani. Talan er ikki um nakra kappsigling, og tí tók tað nakað yvir tveir tímar hjá fyrstu bátunum at koma til Hósvíkar.

 

Allir bátar fingu strang boð um at halda seg aftan fyri bjargingarbátin Lív. Hetta var fyri at halda skil á teimum mongu bátunum, so ikki nakar trupulleiki uppstóð.

 

Tá allir bátarnir eru komnir fram, verður hildið niðan í bygdarhúsið at fáa góðan døgurða. Í morgin fær alt bátafólkið – ella øll tey við atgongumerki – morgunmat, áðrenn tey halda leiðina víðari til Nólsoyar.