Teir báðir bátarnir, sum sukku undan tunga kavanum fríggjakvøldið, vórðu fyri løtu síðani tiknir uppaftur.
Fýra bátar gjørdust so tungir, at teir knógvaðu ikki undan kavanum. Tveir fóru til botns. Annar teirra var hesin fíni 40 fót báturin, sum sæst á myndini.
Tað er Sløkkiliðið í Vestmanna, sum hevur staðið fyri bjargingini av bátunum.
Les eisini: Fleiri bátar soknir í Vestmanna