Hevur tú brúk fyri einari ókeypis bátabrúgv úr galvaniseaðum jarni, er høvi til tað nú.
Í kvøld boðar Vágs kommuna frá, at bátabrúgvar kunnu heintast á Oyrunum í Vági.
At síggja til, har brúgvarmar eru tiknar upp og liggja í rúgvu á Oyrunum, síggja tær slett ikki so galnar út.
Rustur er at síggja, og tað høvdu fólk roknað við, tá brúgvarnar kunnu heintast ókeypis, men her er eisini góðs eftir.
Einasta treytin, sum Vágs kommuna setir, er, at brúgvarnar ikki verða til ampa fyri borgarar og kommununa á almennum øki.