Bassleikarin hjá Elton John deyður

Robert “Bob” Wayne hevur verið bassleikari hjá Elton John síðani 1992. Hann er nú funnin deyður í heimi sínum, og alt bendir á, at hann hevur skotið seg.

Løgreglan kannar málið sum sjálvmorð. Wayne varð funnin í heimi sínum í San Fernando Valley í Los Angeles mikudagin. Eftir hann sita kona og sonur.

Wayne hevur ótroyttiliga spælt og ferðast við Elton John síðani 1992, og er m.a. við á útgávunum Made in England frá 1992 og The Red Piano frá 2008.

Wayne spældi eisini á palli við eittnú Billy Joel, Sting og Eric Clapton.