Barthez ikki við í Føroyum

Avboðini eru mong í tali, nú franska landsliðið kemur til Føroya at spæla. Seinasti leikarin, sum hevur givið avboð, er málverjin Fabien Barthez úr felagnum Marseille. Hann fekk ein skaða í fótin undir venjing mánadagin og verður tí ikki førur fyri at verja málið á landsliðnum í dystunum ímóti Ísrael og Føroyum.
Fyri Barthez er Mickael Landreau úr Nantes innkallaður, men tað verður væntandi Lyon málverjin Gregory Coupet, sum fer at verja málið ímóti Ísrael. Áður hava David Trezeguet úr Juventus og Alou Diarra eisini tikið seg aftur vegna skaða, og fyri teir eru úttiknir ávikavist Louis Saha úr Manchester United og Vikash Dhorasoo úr AC Milan.