Tað snýr seg nokk ikki um tey nýggjastu nøvnini til summar- ella countryfestivalar í 2016.
Men, ivaleyst fara Bartal og Bjarni at vinna hjørtuni á børnum, helst eisini mammum og pápum og ikki minst ommum og abbum. Øll, sum elska bamsur, fara væntandi eisini at taka væl ímóti barnabókini, Bartal og Bjarni.
Hjá bamsunum, Bjartali og Bjarna, hendur altíð okkurt óvæntað og skemtiligt. Bartal dámar væl at fiska, og Bjarni spælir tónleik.
- Saman hjálpa teir mammu síni at keypa inn; teir vitja ommu og abba sín, og teir elska at hoyra søgur og eta pannukøkur.
Ymiskt er í bókini at gita, leita eftir, eins og smáar uppgávur eru at loysa.
Tað eru Monika Stauss Joensen og Kristfríð Tyril sum geva bókina - Bartal og Bjarni - út. Myndirnar eru tiknar runt um í Føroyum, og tað sigst, at hetta er fyrsta upprunaliga føroyska myndabarnabók av hesum slag.
- Bartal og Bjarni koma skjótt, siga útgevararnir í tíðindaskrivi í kvøld.










