Bartal Nolsøe Poulsen, byrjar á MIT: Skúlagongdin fíggjað

Bartal Nolsøe Poulsen hevur fingið neyðugu fíggingina, soleiðis at hann kann fara vesturumhav á kenda skúla MIT at ganga. Talan er um góðar 285.000 krónur, ið Bartal hevur fingið

Útbúgving
Ragnhild Ellingsgaard
Heri á Rógvi

Komandi hósdag fer Bartal avstað til USA, har hann byrjar skúlagongd sína á víðagitna og vælumtókta skúlanum Massachusetts Institute of Technology. Skúlin liggur beint uttanfyri Boston í Massachusetts, og er ein av teim fremstu í øllum USA.
Samstundis hevur skúlin eitt tætt samstarv við Harvard, sum flest av okkum kenna. Hetta viðførir, at Bartal, eftir fyrsta skúlaárið á MIT, uttan trupulleikar kann flyta skúlagongd sína yvir á Harvard.
Sosialurin skrivaði fyrr í summar um hendan unga føroying, sum nú rættiliga fær seg royndan á einum skúla, sum er betri enn teir flestu. Ein slík skúlagongd er sera kostnaðarmikil, og tá hevði Bartal enn ikki fingið nakra fígging til vega, sum kundi hjálpa honum á vegnum.
Men gjøgnum eitt tætt samstarv við skúlan gjøgnum alnótina hevur Bartal fingið skipað soleiðis fyri, at hann fær fígging veitta gjøgnum alla skúlagongdina.

285.000 krónur
At fara undir víðari lestur á einum so víðagitnum skúla sum MIT er ikki bara sum at siga tað. Hvørt skúlaár kostar um 300.000 krónur, og hetta skal sjálvandi gjaldast, um tú vilt halda fram á skúlanum.
Tó hevur skúlin eitt sokallað sentur, har næmingar kunnu søkja um at fáa fígging, soleiðis at teir ikki skulu gjalda alla skúlagongdina sjálvir.
Bartal hevði hoyrt um hendan møguleikan, og setti hann seg í samband við sentrið, tá hann fekk at vita, at hann var sloppin gjøgnum nálareygað.
- Seinastu tíðina havi eg gjøgnum alnótina havt eitt tætt samskifti við sentrið, og fyri tveimum vikum síðani fall tað síðsta upp á pláss, greiðir Bartal frá.
Gjøgnum sentrið á skúlanum hevur Bartal fingið fíggjað umleið 280.000 krónur hvørt skúlaár. Hetta merkir, at sjálvur skal Bartal einans gjalda um 15.000 krónur fyri hvørt árið.
- Tað ger tað sjálvandi mundandi lættari fyri meg, heldur Bartal.
MIT er sum sagt ein av fremstu skúlunum í øllum heiminum, og tætta samstarvið við Harvard hevur eisini ført við sær, at nógvir næmingar hvør t ár søkja um upptakilsi á skúlanum.
Møguleikin fyri at sleppa inn er av tí sama ikki av teim størstu, men 20 ára gamli Bartal úr Froðba er sloppin innum. Hann er samstundis møguliga tann fyrsti føroyingurin, sum fer á henda kenda skúla.
- Eg veit um ein dana, sum gongur á skúlanum nú. Men skúlin visti ikki um nakran skrásettan føroying at siga mær, so møguliga eri eg tann fyrsti, sigur Bartal.

Nógvar fyrireikingar
Hóast Bartal hevur fingið fíggjarligu viðurskiftini avgreidd, so er tó nógv annað, ið eisini skal gerast.
- Í fyrstani hugsaði eg mest um at fáa fígging. Tá eg so hevði fingið hana, kom eg í tankar um so nógv onnur viðurskifti, sum eisini mugu fáast upp á pláss, áðrenn eg fari avstað, greiðir Bartal frá.
Millum hesi eru at fáa til vega nýggjan sjúkrakassa, flyta bústað og nógv smærri viðurskifti.
- Ein fær ikki rættiliga fyrireika seg til at fara avstað, tí alt virkar so ókent. Hetta er ikki sum at fara til Danmarkar, sigur Bartal.
Sjálvur væntar Bartal, at eitt rætt kultur-sjokk bíðar honum, tá hann lendir í USA.
- Men tað verður uttan iva sera spennandi eisini, heldur ungi maðurin úr Froðba.
Fólkini rundan um Bartal fylgja eisini spent við í øllum fyrireikingunum, og nógv venda sær til hansara við ymsum spurningum um snarligu fráferðina.
- Tey flestu hava hoyrt, at eg eri sloppin inn á ein so kendan skúla, og tey spyrja so um alt møguligt. Tað er bara stuttligt, greiðir hann frá.

Harvard ein møguleiki
Um 14.000 næmingar ganga á MIT-skúlanum, og verður Bartal skjótt ein partur av hesum. Eini 1.300 næmingar byrja saman við honum á fyrsta floksstignum, og teir flestu av hesum búgva eisini á skúlanum.
Skúlin er kendur fyri náttúruvísundaligu frálæruna, og er hon eisini orsøkin til, at Bartal av fyrstani tíð søkti inn á skúlan.
Eftir fyrsta skúlaárið ber til hjá Bartali at flyta skúlagongdina til kenda skúlan Harvard, sum er eitt satt reiður av Nobel-vinnarum.
Fleiri av lærarunum á skúlanum hava vunnið Nobel-virðislønir, og millum gomlu næmingarnar telist millum aðrar kendar menn eisini Kofi Annan, S.T.-aðalskrivarin.