Fótbóltur
Tað skal fáa avleiðingar, tá spælarar ella venjarar sýna ein atburð, sum fer út um mark.
Tað tykist vera greiða støðan hjá Kappingarnevndini hjá Fótbótlssambandinum.
Sonevnd disciplinær-leikbann hava ikki verið vanlig í Føroyum, men í ávísum førum hevur hetta verið frammi. Eitt nú fekk Sigfríður Clementsen leikbann fyri tveimum árum síðani, tá táverandi B36-venjarin endaði orðadrátti við dómara eftir dyst. Ta ferðina hevði dómarin annars ikki viðmerkt hetta í síni frágreiðin um dystin, men leikbannið varð kortini givið av FSF.
Mest merkisvert ta ferðina var tó, at ógvuslig úttalilsi frá øðrum venjara fáar vikur seinni einki eftirspæl fingu.
Persónligt mark
Eftir tapið hjá ÍF í Runavík mikukvøldið, er spurningurin tó aftur vorðin aktuellur. Fuglfirðingar vóru alt annað enn nøgdir um dómaraavrikið hjá Rúna Højgaard í dystinum mikukvøldið. Somikið stór var ónøgdir, at felagið sendi inn kæru um hetta, og tá Bartal Eliasen eftir dystin gjørdi sínar viðmerkingar til Útvarpið, var hetta við alt annað enn penum orðum. Orð, sum eisini fingu varaforsetan í FSF, Niklas á Líðarenda, at siga sína hugsan á Rás2 fríggjadagin.
Og tað er ikki bara Niklas á Líðarenda, sum hevur fingið nokk. Sveinur Tróndarson, formaður í Kappingarnevndini, er ógvuliga varin, tá vit seta honum spurningin, um FSF við støði í ítøkiliga málinum fer at seta discipliner-revsing á dagsskrá aftur, men hann váttar, at spurningurin verður tikin upp.
- Í hesum konkreta førinum kann eg siga, at vit taka málið upp. Vit hava biðið ÍF um frágreiðing til tað, sum sagt varð, og síðani fara vit at viðgera hetta á fundi, sigur Sveinur Tróndarson.
- Hvør niðurstøðan verður, dugi eg sjálvandi ikki at siga her og nú. Men eg haldi, at tað má vera eitt mark fyri, hvussu tú úttalar teg eftir dyst. Sjálvandi skulu venjarar og spælarar hava loyvi at siga sína hugsan. Eisini um dómaraavrikið. Men tá hetta gevur úrslit í mest sum persónligari niðurgerð av dómara ella øðrum ábyrgdarfólki, eru vit farin ov langt, sigur Sveinur Tróndarson.
Og formaðurin í Kappingarnevndini leggur dent á, at hann fegin sær ein greiða linju í politikkinum hjá FSF í so máta.
- Vit mugu ikki enda í eini støðu, har nakrir persónar verða revsaðir, meðan aðrir sleppa lættari avstað. Ein linja má leggjast, og so er tað okkara uppgáva at arbeiða kontinuerligt eftir hesari, sigur hann.
Heimild at revsa
Um so er, at Kappingarnevndin tekur støðu til, at leikbann eigur at gevast, hevur nevndin fulla heimild til hetta. Kappingarreglurnar áseta, at fyri óhøviskan atburð kann nevndin geva leikbann upp til tríggjar dystir.
Verður ramman nýtt fult út, kann hetta kærast til Aganevndina. Men velur nevndin hinvegin, at leikbann skal gevast í ein ella tveir dystir, verður hetta roknað sum endalig avgerð. Reglurnar áseta nevnliga, at tað bert er við leikbanni, sum fevnir um í minsta lagi tríggjar dystir, at mál kunnu kærast víðari til Aganevndina.