Bartal: Eitt styttri kappingarár hevði gagnað ÍF

(FM1) ÍF flogbóltur hevur nógvar spælarar sum eisini spæla fótbólt, og tí eigur ein at laga seg eftir tí heldur Bartal Eliasen

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Julian Vest Niclasen hjá SÍ og Bartal Eliasen hjá ÍF aftaná SÍ hevði vunnið 3-1 á ÍF í meistaradeildini í flogbólti.

 

Settmunurin var 25-15, 25-21, 23-25 og 25-15.

 

Mjølnir hevur 9 stig, SÍ hevur fimm stig, Fleyr hevur fýra stig og ÍF er aftast við ongum stigi. Í morgin klokkan 13 spæla Mjølnir og Fleyr í Badmintonhøllini í Klaksvík. Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Julian Vest Niclasen heldur, at teir í SÍ slakaðu ov nógv í tí triðja settinum, men hann heldur, at tá spældi ÍF væl. Annars er Julian ikki heilt nøgdur við støðið, og heldur, at tað sæst aftur, at tað er ov langt síðani, at fleiri spælarar hava verið í dysti í landskappingini.

 

Bartal Eliasen bar fram eitt hjartasuff frá ÍF um at fáa eina styttri landskapping í flogbólti. ÍF hevur nógvar spælarar sum eisini spæla fótbólt, og teir koma ikki í gongd fyrrenn langt aftaná fótbólturin er liðugur. Bartal heldur, at flogbólturin má laga seg meir eftir fótbóltinum.

 

HERber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum.