Fíggjarlógaruppskotið krevur, at skipanin skal spara meira enn 20 mio kr uttan mun til hvør gjaldar hana.
Sjálvberandi búskapurin gjørdur til skammar, nú flokkar ikki vilja kenna sítt egna fíggjarlógarbarn.
Tað var altíð væntandi, at tá sparingarnar á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 gjørdust veruleiki, so fóru flokkar at renna undan egnum avgerðum. Alt prátið um sjálvberandi búskap fór at vera gjørt til skammar, tá á á stóð, tí flokkar ikki vilja síggja fíggjarliga veruleikan í eyguni.
Í fíggjarlógaruppskotinum, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum bar í løgtingið ultimo sep-tem-ber, stendur á síðu 200, at
"við óbroyttum grundarlagi verður barsilsskipanin mett at kosta 75 mio kr. í 2004, men verða 52,5 mio kr settar av til endamálið. Fyritreytin fyri játtanini er sostatt, at løgtingslógin um barsilsskipan verður broytt."
Hetta er greið tala: Sparast skulu 22,5 mio kr. í 2004. Tað er avtalan millum flokkarnar.
So skjótt sum umsitingin í Vinnumálaráðnum hevði fingið feskastu útreiðslutølini og spariuppskot frá Barsilsskipanini, varð tí farið undir at evna lógaruppskot, sum samsvaraði við fíggjarlógarupp-skot-ið.
Vanlig mannagongd
Uppskotið var á landsstýrisfundi fyri tveimum vikum síðani, haðani tað varð sent samgonguflokkunum til hoyringar. Sum vanligt, varð uppskotið eisini sent pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Tað var ikki sent fjøðlmiðlunum, sum onkur hevur róð uppundir. Teir miðlar, sum hava fingið uppskotið úr Vinnumálaráðnum, hava fingið tað eftir lógini um alment innlit aftaná at uppskotið var sent til hoyringar.
Í spurninginum hvør skal gjalda barsilsskipanina, hevur undirritaði undir allari viðgerðini greitt boðað frá, at skal barsilsskipanin leggjast út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum at gjalda og umsita, so skal hetta gerast í samráð við arbeiðsmarknaðin og ikki sum partur av fíggjarlógaruppskoti. Hetta hevur fíggjarmálaráðið fingið at vita bæði í talu og skrift, seinast í brævi 18. september 2003, tvs. áðrenn fíggjarlógaruppskotið fór til prentingar. Fólkaflokkurin hevur boðað frá somu støðu.
Hóast tað, so stendur í fíggjarlógaruppskotinum á síðu 467 undir inntøkur, at partarnir á arbeiðsmark-naðinum skulu fíggja barsilsskipanina. Fíggjarmálaráðið mælir eisini til at hækka inngjaldið upp í 0,4% fyri at røkka eini inntøku, sum samsvarar við útreiðslurnar uppá 52,5 mio kr. Tað vil siga, at samsvar er millum ætlaðu sparingarnar og inntøkumetingina, og at fíggjarmálaráðið tí ásannar, at sparast skal, skal setningurin náast.
Niðurstøðan er eintýdd. Fíggjarlógaruppskotið ger greitt, at skipanin skal ikki kosta meira enn 52.5 mio kr. í 2004, og at samsvarandi spariuppskot skal leggjast fyri løgtingið.
Neyðugt at spara
Tað merkir, at uttan mun til, um landskassin ella onkur annar ber kostnaðin av skipanini, so er neyðugt at gera sparingar uppá 22,5 mio kr, skal samsvar vera millum fíggjarlógaruppskotið og veruleikan.
Tað er tí spell, at ikki meira stirðil er i monnum, nú politisku mansevnini áttu at avdúka, at hóast ríkisveitingin er skorin 366 mio kr árliga, so var samgongan før fyri at leggja lunnar undir sjálvberandi búskapin.
Nú tað rekur á kíkin falla flokkar frá. Onkur hevur nevnt at tjóðskapa sær. Kanska er tað ikki heilt av leið.