Eisini er tíðin, foreldur kunnu vera í farloyvi, longd upp í eitt ár. Tó er longda farloyvistíðin uttan løn. Eftir lógini, ið kemur í gildi á nýggjárinum, hava foreldur rætt til barnsburðarfarloyvi við løn í 26 vikur. Mamman eigur einsamøll 14 vikur, og í hesum tíðarskeiði hevur pápin eisini rætt til tvær vikur í farloyvi. Foreldrini kunnu síðan sjálvi avgera, hvør teirra skal nýta tær írestandi 10 vikurnar. Eftir at foreldrini hava nýtt tær 26 vikurnar við løn, hava tey rætt til at vera í farloyvi frá sínum arbeiði í tilsamans 26 vikur afturat, tó uttan løn. Foreldrini gera sjálvi av, hvussu leingi hvør teirra er í farloyvi.
Broytingin í barsilsskipanini er mett at spara landskassanum umleið 10 milliónir krónur.