Barsilsskipanin broytast

Tíðin, ið fólk kunnu vera í barsil, verður longd upp í 52 vikur, tó í fyrstu atløgu uttan løn. Samtíðis verður útgjaldið broytt, so tað verður roknað eftir miðalinntøkuni seinastu 12 mánaðirnar. Hetta eru broytingarnar í lógaruppskotinum, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, fer at leggja fyri løgtingið seinni í vikuni. Landsstýrismaðurin væntar at spara umleið 10 milliónir krónur við at broyta útrokningarháttin.

Barsilsskipanin, ið skjótt hevur hálvt annað ár á baki, skal nú broytast. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum eisini varir av Barsilsskipanini, er liðugur við eitt uppskot um at broyta skipanina. Uppskotið verður lagt fyri løgtingið ein at komandi døgunum.
Í høvuðsheitum er talan um tvær broytingar, verður uppskotið frá landsstýrismanninum samtykt. Í dag hava foreldur rætt til 26 vikur í barnsburðarfarloyvi við fullari løn, tó í mesta lagi 35.000 krónur um mánaðin. Mamman eigur 14 vikur einsamøll, pápin hevur rætt til tvær vikur í barnsburðarfarloyvi, og foreldrini avgera sjálvi, hvussu tey býta tær seinastu 10 vikurnar í farloyvi ímillum sín. Sambært uppskotinum skulu foreldur í framtíðini hava rætt til tilsamans 52 vikur í barnsburðarfarloyvi. Tó hava tey framvegis bara rætt til løn í 26 vikur.
Hin broytingin snýr seg um, hvussu útgjaldið úr Barsilsskipanini skal roknast. Foreldur hava sum nevnt rætt til fulla løn, meðan tey eru í barsil. Higartil hevur útgjaldið verið roknað eftir meðalinntøkuni seks teir bestu mánaðirnar seinasta árið. Men sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum verður útrokningargrundarlagið í framtíðini roknað sum mánaðarliga miðalinntøkan seinastu 12 mánaðirnar. Hetta er eisini í tráð við upprunaliga uppskotið frá Bjarna Djurholm fyri Barsilsskipanina, sum løgtingið tó síðan broytti.
- Endamálið er ikki at taka nakað frá nøkrum. Av tí at vit framvegis nýta miðal mánaðarligu inntøkuna seinasta árið sum útrokningargrundarlag, fáa øll tað, tey hava rætt til, sigur Bjarni Djurholm. Hann leggur afturat, at tað ber altíð til at kjakast um, hvørt broytingin er rættvís ella kanska órímilig. Sjálvur heldur hann, at rættast er at rokna útgjaldið eftir miðalinntøkuni seinasta árið, eins og upprunaliga var ætlanin við Barsilsskipanini.
Av tí at útgjaldið higartil hevur verið roknað út eftir miðalinntøkuni, seks teir bestu mánaðirnar seinasta árið, hevur tað í ávísum føri borið til hjá fólki at »savna« sær løn saman, m.a. við at fáa arbeiðsgevara at bíða við at flyta løn, fyri á tann hátt at hækka útrokningargrundarlagið.

Útgjaldsloftið óbroytt
Við verandi skipan hava foreldur rætt til fulla løn í barnsburðarfarloyvinum, tó í mesta lagi 35.000 krónur um mánaðin.
At loftið er sett so høgt hevur fingið ilt í fleiri fakfeløg, ið ikki meta tað vera rætt og rímiligt, at útgjaldið úr Barsilsskipanini skal kunna vera meiri enn dupult so høgt sum lønin hjá verkafólki. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur tó ongar ætlanir um at broyta útgjaldsloftið. Hann vísir á, at tað bara eru heilt fá, ið fáa hægsta útgjald úr Barsilsskipanini, ið annars ikki hava rætt til fulla løn í barnsburðarfarloyvi.
- Øll alment lønt, umframt øll tey í privatu vinnuni, sum hava sáttmálar, ið líkjast teimum hjá tí almenna, hava í sínum sáttmálum rætt til fult lønarendurgjald í samband við barsil. Hesin rættur liggur omanfyri ásetingarnar fyri Barsilsskipanina, og tí eru tað bara heilt fá, ið fáa ágóðan av at útgjaldsloftið er so høgt, sigur Bjarni Djurholm. Og av tí at talan er um heilt fá fólk, er hetta ikki nøkur stór fíggjarlig útreiðsla fyri Barsilsskipanina. Bjarni Djurholm sigur seg tó duga at skilja, at høga útgjaldsloftið kann fella í eyguni hjá summum.

Spara 10 milliónir
Í ár fer Barsilsskipanin at kosta 71 milliónir krónur, og í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár verður skipanin mett at kosta 66,3 milliónir. Av teimum 66,3 milliónunum, ið skipanin er mett at kosta næsta ár, gjalda løntakarar og arbeiðsgevarar tilsamans 29 milliónir í Barsilsgjaldi, ið er 0,25 prosent fyri hvønn partin á arbeiðsmarknaðinum.
Bjarni Djurholm sigur, at broytingarnar í útrokningargrundarlagnum fara at merkja, at skipanin gerst umleið 10 milliónir krónur bíligari næsta ár. Talan verður tó ikki um at skipanin sjálv skal sleppa at varðveita henda pening, t.d. til at nýta til at leingja tíðarskeiðið, ið fólk hava rætt til farloyvi við løn. Broytingarnar eru liður í fleiri sparitiltøkum hjá Vinnumálaráðnum, og pengarnir enda tískil aftur í landskassanum.

Longt barsil uttan løn
Í fyrstu atløgu verða tær 26 vikurnar, ið barnsburðarfarloyvi verður longt, uttan løn. Bjarni Djurholm sigur, at hann seinni í ár fer at taka henda spurning uppaftur. Hetta skal gerast saman við arbeiðsmarknaðinum.
- Skal tíðarskeiðið, har fólk hava rætt til barnsburðarfarloyvi við løn, leingjast, so skal tað gerast í samstarv við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Bjarni Djurholm.
Tá ALS herfyri gjørdi av, at inngjaldið til arbeiðsloysisskipanina skal lækka á nýggjárinum, kom fram, at lækkingin møguliga kann nýtast til at bøta um Barsilsskipanina. Bjarni Djurholm metir framvegis, at hetta er ein spurningur, ið eigur at takast við í viðgerðina, saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
- Eg meti, at lækkingin í inngjaldinum til ALS framvegis eigur at takast við í viðgerðina og metingina av, um vit ikki kunnu bøta um Barsilsskipanina, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, ið tó ikki frammanundan vil binda seg til hesa loysn.
Eftir ætlan skal broytingin í Barsilsskipanini koma í gildi 1.januar næsta ár.