Miðvallarspælarin Gareth Barry var á veg til Liverpool í summar, men feløgini samdust ikki um prísin, og nú sigur venjarin hjá Aston Villa, Martin O’Neill, at Barry sleppur ongan veg, tá flytingarvindeygað letur upp aftur í januar. - Vit hava ongantíð verið áhugaðir í at selja Barry fyri at vinna nógvar pengar, tí so høvdu vit selt hann í summar. Vit ætla, at hann skal halda fram í Aston Villa, sigur Martin O’Neill við Daily Star.