Barrir til útisetar: – Komið ikki á barr fyrr enn 6. dagin

– Vit ynskja ikki at fáa fólk á vitjan, fyrr enn ein hevur latið seg kannað sætta dagin og tryggjað seg frían fyri Corona smittu, siga barrirnar

– Fyri at verja samfelagið og okkum sjálvi, vilja vit í matstovu-, barr- og náttarlívsvinnuni heita á útisetar, sum koma heim, um at virða og fylgja tilmælinum um seks-daga karantenu og kanning sætta dag.

Soleiðis ljóðar áheitan frá fleiri aktørum í býarlívinum í Tórshavn, nú útisetar fara at koma heim til jóla.

– Vit ynskja ikki at fáa fólk á vitjan, fyrr enn ein hevur latið seg kannað sætta dagin og tryggjað seg frían fyri Corona smittu, siga barrirnar.

– Tað skal bert ein persónur til, at alt samfelagið fer av sporinum aftur. Vit vóna, at tit, sum koma heim til jóla, skilja størri myndina, og at tit ynskja at gera tykkara til at minka um vandan fyri, at føroyska samfelagið skal lata aftur einaferð afturat.

Limir í felagnum fyri matstovur, barrir og náttklubbar: Basecamp, Bassalt, Blábar, Essabarr, Glitnir,, Irish Pub, Jomfrúbakkin, Landskrona, Loca, Luux, Sirkus, Tórshøll og Víngarðurin.