-Sama um tit atkvøddu fyri mær, ella um tit atkvøddu fyri Barrack Obama, so er tíðin nú komin, til at vit ganga saman í eina eind. Vit eru á sama liði, og eingin kann loyva sær at standa úti á síðulinjuni. No way, no how, no McCain.
Meiri fekk Hillary Clinton ikki sagt, tí teir túsundtals demokratarnir vóru eftir øllum at døma ovurfegnir um orð hennara. Men sambært eygleiðarunum kann røða hennara eisini fáa sera stóran týdning fyri úrslitið hjá Barrack Obama í novembur. Kanningar hava víst, at nógvir veljarar hjá Hillary Clinton hava ilt við at styðja Obama, og tí var røða hennara í morgun ein roynd at sannføra sínar egnu stuðlar um, at nú er tað Obama, teir skulu styðja. Tí tað ger hon.
Politiskir eygleiðarar í USA siga, at Hillary Clinton tóktist sinnilig og orkufull samanborið við ta tyngdu og útlúgvaðu kvinnuna, sum tapti uppstillingarvalið fyrr í summar. Men tað var eisini júst ta myndina, hon skuldi vísa fyri at sannføra sínar stuðlar um, at ósigurin í uppstillingini er søga, og at tað nú snýr seg um at fáa Barrack Obama í Hvítu Húsini.