Ístaðin fyri at taka í egnan barm og viðurkenna sítt stóra mistak, sigur hann seg nú at hava verið á onkrum hissini fundi, sum sambært hansara fatan man hava havt størri týdning enn ein tingfundur, fólkaræðisins evsta bráðpanna, har Føroya løgmaður ætlandi skuldi hava ein aktivan leiklut, hetta tí hann skuldi svara tveimum munnligum fyrispurningum frá Høgna Hoydal, einum frá Karsteni Hansen og einum frá mær sjálvum.
Sum hin forsmáddi avvápnaði drongurin í skúlagarðinum slettir hann nú frá sær ófantaligar ákærir eftir formanninum í Tjóðveldi, Høgna Hoydal. Táið hesin fór av landinum ígjár, í fólkatingsørindum, avráddu vit báðir, at eg skuldi taka yvir hansara leiklut, og spyrja løgmann spurningar hansara. Hesum boðaðu vit løgtingsformanninum frá í góðari tíð. Hetta er vanlig mannagongd og hevur als onki við málið at gera. Tí er vanvirðisliga álopið á Høgna Hoydal eitt somikið bíligt trick, at tað átti ikki at komið einum løgmanni til hugs yvirhøvur.
Aðrir landsstýrismenn gjørdu sína skyldu á tingfundinum ígjár. M.a. svaraði Jóannes Eidesgaard einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal, sum undirritaði hevði yvirtikið sambært omanfyrinevndu frágreiðing. At landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í hesum døgum gevur sær stundir at røkja sína fólkaræðisligu uppgávu tænir honum til mikið rós, so mikið álvarsligari er niðrandi attitýdan hjá løgmanni og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum sita eftir við hvør sínum 4 ósvaraðum fyrispurningum, - eftir tingfundin í gjár.
Sum næstformaður Tjóðveldisins taki eg hervið frástøðu frá álopum løgmans, ja, frástøðu frá niðrandi ákærum og grova álopi hansara á formann floksins, sum als onki hald hava í veruleikanum. Hendan primitiva undanførslan hevur undir ongum umstøðum nakran botn, tí beint eftir spurningarnar frá Høgna Hoydal skuldi løgmaður jú svara Karsteni Hansen og undirritaða, og til tað høvið møtti hann heldur ikki.