Sum tað sæst í aðrari grein á Portalinum, er ætlanin, at teir báðir stovnarnir, Rókin og Slóðin skuldiú leggjast saman og flyta í Mjørkadal. Tá ið sóknast var eftir fakligum grundgevingum fyri hesum, vísti Rósa Samuelsen á, at starvsfólki hevur verið við í tilgongdini.
Og segði eisini, at Barnaverndin hevur verið við í tilgongdini, bæði Barnaverndarstovan og barnaverndartænasturnar.
Men hetta avsannar Barnaverndarstovan.
Av skrivstovuni verður upplýst, at stovnurin hevur ikki sæð húsið í Mjørkadali og hevur heldur ikki verið við í tilgongdini at flyta Rókina og Slóðina niðan í Mjørkadal